- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dan Olsen við nýggjum sjónbandalagi

Dánjal Rói Olsen ella Dan Olsen, sum tey rópa hann í London, hevur júst útgivið nýtt sjónbandalag.
Heart Into Trouble
Sangurin varð fyrstu ferð framførdur á víðagitna og tignarliga filmsfestivalinum, Cannes.
Sangurin verður "title track" til filmin Carnivore. Av tí sama eru nógv klipp úr filminum við í sjónbandalagnum. Filmurin sjálvur verður frumframsýndur á Leicester Square í London.
Spurdur um, hvat sangurin snýr seg um, svarar Dánjal Rói - Høvuðslinjan í sanginum er "Don't let my mouth get my heart into trouble, so tú kanst sjálvur gita restina."
Sangurin varð framleiddur í Nashville, sum er ein tónleikasentralur í USA.
Sangurin skrivaður saman við heimskendum sangskrivara
- Eg skrivaði sangin við tónasmiðinum Martin Sutton. Martin hevur fyrr skrivað sangir við m.a. Celine Dion, LeAnn Rimes, Brian McFadden, Olivia Newton, Backstreet Boys o.s.fr.
Dánjal Rói hevur fleiri konsertir seinni í ár. Enn er skráin ikki almannakunngjørd, men hann fer allarhelst at spæla mest í USA, Evropa og Kina. Ikki er vist, um hann spælir nakað í Føroyum í summar.
Hann er eisini virkin á Facebook, har hann leggur sjónbond, nýggjar sangir, statusar o.a. út.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |