- Tíðindi, mentan og ítróttur
Besta pitsan í Havnini funnin!
Hevur tú nakrantíð ivast í, hvat besta steðgistaðið heim úr býnum sunnumorgun er, so er svarið møguliga her!
Teir seks, Rógvi Ziskason, Bogi Larsen, Hjarnar Mouritsen, Flóvin Hofgaard, Bóas Marjunarson og Dánjal Dávidssson, hava fyri stuttum avgjørt at finna ta bestu pitsuna í Føroyum. Byrjað var um vikuskiftið í Havnini.
Dømingin bygd á fýra eginleikar
Pitsastøðini, teir keyptu frá, vistu ikki, at pitsurnar skuldu nýtast til pitsasmakkingina, og margarita við oregano vóru keyptar frá øllum pitsastøðunum fyri at tryggja rættvísa kapping. Eisini vóru allar pitsurnar bílagdar langa tíð frammanundan, soleiðis at kokkurin hevði góðar stundir.
Dømingin fór fram soleiðis, at úrslitið var ein heildarmeting av fýra bólkum:
- Osturin
- Tomatsósin
- Deiggið
- Konsistensurin (hvussu pitsan kendist í munninum)
Teir seks møttu svangir upp til smakkingina og smakkaðu allar pitsurnar áðrenn ta "ofisiellu" smakkingina. Soleiðis fekk tann fyrsta pitsan ikki nakran fyrimun.
Titanarnir vunnu ikki
Við góðari tænastu, har allar pitsurnar vóru til tíðina, gjørdust úrslitini hesi:
1. Café Sandwich - 22 stig
2. Take Away - 18.5 stig
3. Hvonn - 14.5 stig
4. Pizza 67 - 13 stig
5. Pizza King - 11.5 stig
6. Sentrum - 11 stig
7. Number 1 Pizza Grill - 9 stig
Um vinnarapitsuna frá Café Sandwich, sigur Rógvi:
- Hon hevði rætta mongd av øllum á. Luftigt og krisput deiggj. Tomatsósin lekkir, men ikki ov dominerandi. Alt í alt ein næstan perfekt combo.
Stóri taparin hetta kvøldið gjørdist Number One, heili 13 stig aftanfyri Café Sandwich.
- Pitsan var simpulten ikki góð. Osturin var turrur, og tomatsósin smakkaði av puré. Ein ódámligur smakkur og konsistensur í munninum. Hon hevði fingið ov nógv í ovninum, umframt at deiggið var flatt og keðiligt, eru hørðu orðini frá Rógva.
Jagstranin heldur fram
Um tvær vikur gongur leiðin við kampingvogni til Vágarnar, Klaksvíkar og alt harímillum. Man besta pitsan í Føroyum longu vera funnin?
Røddin letur sjálvsagt frætta um úrslitini av næstu smakkingini.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |