- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rithøvundurin aftan fyri 'How to Kill a Mockingbird' er deyð
Harper Lee gjørdist heimskend, tá hon í 1960 útgav bókina 'To Kill a Mockingbird', sum í dag er blivin ein klassikari.
Stiggur Pulitzer-vinnari
'To Kill a Mockingbird' er um ein sakførara, sum verjir ein svartan mann, ið er ákærdur fyri neyðtøku. Bókin varð væl umtókt alt fyri eitt, og árið eftir vann Harper Lee Pulitzer heðurslønina fyri avrik sítt í fagurbókmentum.
Hóast hon eftir stuttari tíð bleiv heimskend, var Harper Lee ein sera privatur persónur, ið sjáldan tímdi at tosa við miðlar. Fólk í heimbýi hennara vardu hana eisini væl.
Filmurin vann tríggjar Oscars
Í 1962 bleiv bókin eisini gjørd til film við sama navni. Filmurin vann tríggjar Oscars og varð fagnaður um allan heimin. 'To Kill a Mockingbird' er enn í dag millum teir bestu í amerikanskari filmssøgu.
55 ár millum bøkurnar
Rithøvundurin útgav bara tvær bøkur. Tann seinna, 'Go Set a Watchman', ið er eitt framhald av fyrru bókini, bleiv ikki útgivin fyrr enn í fjør. Sostatt vóru heili 55 ár millum bøkurnar.
Harper Lee andaðist í morgun í heimbýi sínum, Monroeville í Alabama, har hon búði alt sítt lív. Hon varð 89 ára gomul.
Kelda: BBC
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |