- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurlandahúsið knýtir bond við Ísland, og Bókasøvn sambinda tjóðskapir
Úr Føroyum í ein útnyrðing liggur eitt land, ið vit ofta kalla stórabeiggja. Tað er Ísland. Í Norðurlandahúsinum hava tey Ísland í eygsjón hesa vikuna. Føroyingar kunnu bæði uppliva íslendska list, bókmentir og stand-up skemt.
Land í eygsjón er árligt afturvendandi tiltak hjá Norðurlandahúsinum, har ymisk norðurlond verða sett á breddan. Norra og Finnland hava undanfarin ár verið í eygsjón. Í ár er tað Ísland. Skráin fevnir víða. Tú kanst millum annað uppliva:
Íslendska filmin, Hrútar, sum byrjar í kvøld, mándagin 15. februar kl. 19.30.
Hrútar snýr seg um tveir beiggjar, ið ikki hava tosað saman í fjøruti ár. Har mugu tó aðrir bollar í suppuna, tá ið teir mugu bjarga tí, ið stendur teimum kærast – nevniliga seyðunum.
Stand-up skemt við Ara Eldjárn týsdagin 16. februar kl. 20.00
Ari er ikki bara kendur í Íslandi, hann hevur undirhildið um alt Evropa. Man hann ikki eisini klára at undirhalda føroyingum við íslendskum stand-up skemti á enskum?
Framsýning hjá Heklu Dögg Jónsdóttir 12. februar til 6. mars
Hekla ger samvirknar samansetingar, bólkar ella flokkar lutir, sum hava eitthvørt samband og sum saman skapa dialog millum ljóðskulpturar og video.
Hygg eftir allari skránni á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.
Bókasøvn sambinda føroyingar og tilflytarar
Meðan Norðurlandahúsið setir sjóneykuna á Ísland, sambinda Býarbókasavnið í Havn og Bókasavnið við Løkin føroyingar og útlendingar. Reyði Krossur og "hvussu kunnu vit hjálpa?" standa fyri sambindingarkaféini, ið hevur til endamáls at knýta føroyingar og útlendingar saman.
Fyrsta sambindingarkaféin byrjaði á Bókasavninum við Løkin. Tiltakið hevur riggað serstakliga væl, og tí tekur Býarbókasavnið í Havn við sama leisti. Fyrsta sambindingarkaféin á Býarbókasavninum í Havn verður týskvøldið 16. februar kl 19.30-21.30 á niðastu hædd. Bæði í Runavík og í Havn eru kaféirnar afturvendandi. Á Bókasavninum við Løkin annaðhvørt hóskvøld og á Býarbókasavninum í Havn annahvørt týskvøld.
- Vit hava hølini til at hýsa einum slíkum tiltaki. Nógvir útlendingar koma dagliga at læna bæði útlendskar bøkur og bøkur um føroyskt mál. Tey koma eisini ofta í bólkum ella brúka tey bókasavnið sum møtistað, sigur Hanne Magnussen, bókavørður, ið eisini er við til at skipa fyri sambindingarkaféini saman við Reyða Krossi og "Hvussu kunnu vit hjálpa?"
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |