- Tíðindi, mentan og ítróttur
Voxpop: Hvat merkir fastalávint fyri teg?
Drongur, 20 ár, Toftir
- Persónliga merkir tað einki fyri meg, men søguliga er fastalávint rættiliga feitt. Vaksin fingu eina fríðløtu frá strengum reglum og hørðum arbeiði. Millum annað høvdu tey leysari teymar, tá tað kom til sex!
Drongur, 21 ár, Tórshavn
- Fastalávint merkir ikki nakað fyri meg sum so. Sum barn er tað heilt stuttligt, tá ið tú kanst vera tann, tú vilt í eitt heilt kvøld og eta bomm ímeðan. Hvussu kann tað ikki bara vera tað besta nakrantíð? Men so hvørt, sum mann gerst eldri, er tað bara strævið at opna hurðina 20 ferð um tíman og lokka nøkur ja ella nei úr teimum smædnu børnunum, tá mann spyr, hvussu hesar fittu grýlurnar eita... So ístaðin finnur mann bara eina góða umbering at fara í býin, og ta treytina lúka teir 2-3 dagarnir áðrenn og aftan á føstulávint.
Genta, 20 ár, Tórshavn
- Fastalávint er at lata seg stuttligt i, ganga runt sum grýla um kvøldið (altso tá mann var barn) og koma heim til fastalávintsbollar. Nu er tað hygg heima við familjuni og eta fastalávinsbollar og vita, um grýlur koma framvið.
Drongur, 20 ár, Velbastaður
- Góður føroyskur dansur, stuttligt fólk og lív í býðnum. Ikki at gloyma eymar hendur eftir ein snaps for nógvan, og gassin fer syngjandi niður í gólvið.
Genta, 25 ár, Tórshavn
- Elski fastalávint! Dagur tú kanst klæða teg út, sum tú vilt! Eg kann finna uppá at gera tað, hóast tað ikki er fastalávint - men tað serliga er at síggja øll onnur gera sær ómak at finna fram búnar og sminka sær. Ein dagur har formellu klædnalógirnar eru lagdar á hyllina - og tú kanst verða júst tann, tú hevur hug til at vera henda dagin!
Genta, 20 ár, Norra
- Tad er altíð stuttligt. Sum yngri merkti tað at ganga runt og spæla býtt og enntá faa bomm fyri tað. So bleiv tað eitt gott festligt ball. Og nu er tað blivin ein føst tíð á árinum at finna uppá okkurt merkverdigt.
Genta, 19 ár, Keypmannahavn
- Haha :) Veit ikki, um tað er so áhugavert at hoyra frá mær, men tað hevur ikki ordiliga nakað at siga fyri meg ;) Stuttligt tá mann er yngri (og ein Facebook tummil, sum peikar uppeftir).
Genta, 20 ár, Tórshavn
- Børn í fittum kostymum. Merkir annars einki fyri meg. Lati meg aldrin í og fari ikki í býin. Men stuttligt at síggja, hvat fólk finna uppá.
Drongur, 19 ár, Tórshavn
- Fastalávint fyri meg sum ungan hevur onki at siga. Eg haldi, at fastalávint er ein deiligur siður hjá okkum og ein góður umskyldningur fyri at minnast á føroyska søgu. Men eg havi ongi lítil systskin, ella børn, og tað er kanska helst hjá tí bólkinum, at siðurin enn verður hildin.
Genta, 20 ár, Tórshavn
- Á fastalávintsmánadegi er seinasti møguleiki at dansa føroyskan dans. Trist, men tað plagar at vera eitt gott ball, so mann gleðir seg altíð.
Drongur, 20 ár, Hoyvík
- Tað er ringt at siga. Ikki nógv vekt liggur í tí fyri meg. Tað er ein møguleiki at lata seg í grýluklæðir. Tað er eitt event, so fólk samlast at sláa tunnu og ballast - tað aspektið dámar mær væl.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |