Heimskendur reggae bólkur til Føroya

Heimskendur reggae bólkur til Føroya
Heimskendi reggae tónleikabólkurin “Inner Circle” kemur at spæla á nýggja tiltakinum “Ein dagur Uppi í Kanada” á Tvøroyri í summar
30.01.2016 - 13:00

Nú fáa suðuroyingar møguleikan at syngja við til heimskendu løgini “Bad Boys” og “Sweat (A La La La La Long). Tvøroyri verður karmur um heimskenda reggae bólkin Inner Circle á nýggja tónleikatiltakinum, ið kallast “Ein dagur Uppi í Kanada”.

 

Inner Circle royndist serliga væl í 70’unum við Jacob Miller sum forsangara. Men í 1980 fór bólkurin hvør til sítt, eftir at Jacob Miller doyði. Seks ár seinni funnu teir saman aftur og hittaðu við kenda lagnum “Bad Boys”. Lagið, sum gevur øllum eitt “kick”, hvørja ferð tað verður spælt, hevur verið bakgrundstónleikur í stóra filminum Bad Boys við Will Smith, og tað er eyðkennislagið í seriuni COPS. Lagið "Sweat (A La La La La Long) hittaði fyrst í 90'unum. 

 

Bólkurin er í dag mannaður av Ian Lewis, Roger Lewis, Bernard Harvey, Michael Sterling, Lancelot Hall og Trevor Bonnick. Tónleikurin, teir spæla, er ein blanding millum popp og rock við reggae.    

                                                                                               

Tónleikatiltakið verður leygardagin 9. juli, og høvuðskarmurin verður parkeringsøkið millum bygningin hjá Føroya Tele og Tvøroyrar Klubba, eisini nevnt “Uppi í Kanada”. 

 

Hoyr bæði løgini her:

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.