- Tíðindi, mentan og ítróttur
Móti og sniðgeving: Soul Made
Chanel, Paris Fashion Week og Cara Delavingne. Tað eru nøkur av tingunum, ið tað vanliga fólkið setur í samband við móta. Tað er ein stórur, glamurøsur heimur í útlondum, sum bara tey hepnastu og flottastu sleppa at vera ein partur av. Men er klædnaheimurin veruliga so fjarur frá okkum, sum vit halda, ella eru okkara føroysku sniðgevar á støði við teir, vit lesa um í Vogue og Elle?
Føroysk klæðir eru ikki bara Guðrun & Guðrun
Flestu av okkum hugsa Guðrun & Guðrun, tá vit hugsa víðagitin klædnamerki, men tað eru nøkur ár síðan, at tær báðar komu fram á altjóða marknaðin, og eru fleiri føroysk nøvn sprottin síðan tá.
Ein av okkara fremstu sniðgevum er Beinta Poulsen. Hon byrjaði klædnamerkið, Soul Made, sum í ár hevur tíggju ár á baki. Hon byrjaði í Danmark, men er flutt heim og hevur arbeitt við sínum merki her heima í fýra ár.
Beinta fór við sínum klæðum og sínum sniði á messu og fekk skjótt bíleggingar frá ymsum londum. Hetta gav henni møguleikan at fara frá at vera smásøla til at selja sum heilsøla.
Soul Made klæðir á føroyska blogginum Karitaz.com.
Men hvat er, og hvussu fyrigongur ein klædnaheilsøla?
Í mars í ár kemur vár/summar úrvalið hjá Soul Made út. Tað er tann kolleksjónin, sum hon skapaði um várið í fjør. T.v.s. at sniðgevar skulu altíð vera eitt ár frammanfyri, tí at mannagongdin frá sniðgeving til sølu í handlum tekur nevnliga eitt heilt ár.
- S/S 17 kolleksjónin, sum skal á messu í august, skal eg til at sniðgeva nú. Freistin (sum hon setir sær sjálvari, red.) til tað er mitt í mars, kanska fyrst í apríl, greiðir Beinta frá, meðan hon roynir at fáa skil á tíðarlinjuni.
Fashion Week
Messur eru staðið, har keyparar frá smásøluhandlum (eitt nú Gelluni) koma at gera bíleggingar til komandi tíðina. Øll merkini hava so og so nógv pláss at seta ein bás upp og vísa síni klæðir fram á, og so kunnu keyparar koma framvið og finna útav, um klæðini hjá t.d. Soul Made er nakað fyri teirra handil.
Myndin omanfyri er frá Revolver, ein messa í Danmark, ið sýnir skandinavisk merkir.
Step 1...
- So sendi eg sniðið avstað og fái royndarsniðið í mei. Eg rætti tað so til, og kanska finni eg útav, at okkurt av tí slett ikki riggaði. So skapar mann okkurt aftrat og fínpussar o.s.fr. Síðani sendir mann tað aftur avstað í framleiðslu við viðmerkingum til royndarvøruna, og úr tí kemur søluvøran. Tað skulu vit helst hava í juni, og av teimum ger mann so myndatilfar, príslistar o.a., fyri so at fyrireika seg til messuna við at gera plakat o.s.fr.
At byrja sum sniðgevi krevur ivaleyst óavmarkaðan áhuga, mót og ikki minst treyst gjøgnum allar tíðarfreistirnar, men tykist púra natúrligt fyri eina eldhugaða kvinnu.
Básurin hjá Soul Made á Revolver messuni.
Frá sniðgeva til seljara til keypara
Sølusniðið er ikki bert til messuna, men eisini til tað, ið mann kallar ein seljara.
Mann hevur seljarar, ið vísa klæðini fram í sínum 'showroom'. Tað er nakað, ið líkist einum handli, men sum er til aðrar smásøluhandlar at leita sær nýggj merki at keypa frá. Ein seljari er soleiðis eitt slag av agenti fyri klædnamerkini, og skal hann hava søluvøruna frá sniðgevanum umleið hálvan juni. Hon verður so víst fram til fyrst í oktober.
- Tey (seljarin, red.) hava so kolleksjónina í umleið tveir mánaðir. So fáa vit bíleggingar inn, sum vit koyra í framleiðslu, so fáa vit pre-production royndarvørur, sum vit aftur rætta til og fínpussa, og so kemur øll lidna vøran. So tann mannagongdin hevur tá verið í næstan eitt ár, sigur Beinta, sum ljóðar til at trívast í mótameldrinum.
Føroyskt í París
JModel Management er ein modelfyritøka, sum heimskenda Jessica Minh Anh stendur fyri. Hon er kend fyri at skapa mótasýningar á nýhugsandi, ævintýrkendum støðum sum t.d. Grand Canyon og Eiffeltornið. Tað seinna slapp Soul Made at vera ein partur av.
- Tey leggja seg eftir at hava sniðgevar frá so nógvum ymiskum londum sum gjørligt. So skuldu Føroyar við, og tey bjóðaðu mær.
Heimskenda Jessica Minh Anh í Soul Made klæðum til mótasýningina í Eiffeltorninum í 2014..
Hevur tú altíð viljað verið sniðgevi?
- Øhm.... nei, svarar hon, og flennir at sær sjálvari.
- Eg visti ikki ordiliga, hvat eg skuldi, so eg fór at royna tað at vera niðri og fór á ein skúla, har vit lærdu um mynsturbygging. Tað var deilt upp í modulir, og eg tók eitt modul, sum vardi í tríggjar mánaðir. So fór eg á Columbine skúlan, har vit eisini lærdu mest mynstur og eitt sindur av seyming.
Møguleikarnir á flatlondum
- Mann hevði sikkurt kunnað gjørt tað (byrja sum sniðgevi, red.) í Føroyum, men eg eri øgiliga glað fyri alt, eg havi lært niðri. Bransjan er øgiliga lítil her.
- Niðri verður mann bjóðaður við til alt ímillum himmal og jørð. Eitt dømi kann vera, at mann verður bjóðaður til at læra, hvussu mann kemur inn á tann týska marknaðin. So koma fólk har niðri frá, merkir sum hava verið í gongd í 30 ár, og greiða frá. Eg veit ikki, hvat mann skal fara til her. Tað er týdningarmikið at vera nógv úti um seg og fáa alt við. Vita, hvussu mann kann gerast betri og læra av hinum.
Føroyingar keypa frá føroyingum
Kann mann tað í Føroyum? Tað er ofta settur spurningur hjá føroyingum. Vit hava lyndi til at síggja okkara land sum nakað pikkalítið, ið ikki megnar at halda nakað serligt koyrandi. Men vinnan hjá okkum ber seg væl, og Soul Made trívist.
- Tað veksur ordiliga her í Føroyum. Eg skuldi bara hava eitt arbeiðshøli, men eg varð yvirraskað. Eg trúði slett ikki, mann kundi vaksa á hendan hátt í Føroyum. Her eru altíð fólk inni.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |