‘Jólamaðurin’ hoyrir nýggjárinum til

‘Jólamaðurin’ hoyrir nýggjárinum til
20 ára gamla Yekaterina Zabrovskaya úr Kasakstan skilti ikki, tá hon hugdi at amerikonskum filmum, hví vesturlendingar hildu nýggjár 25. desembur. Hon setir eitt nú jólamannin í samband við nýggjár og ikki við jólini
23.12.2015 - 18:30

Yekaterina er úr einum geografiskt ógvuliga stórum landi í eystri, sum flestu okkara bert kenna úr skemtifilminum Borat. Hon er tó, eins og ein stórur partur av kasakstanum, av russiskum uppruna, og er russiskt eisini hennara móðurmál.

 

 

Eingi jól, men nýggjár

Kasakstan var partur av Sovjetsamveldinum, greiðir Yekaterina frá.

 

- Áðrenn Sovjetsamveldið hildu vit vist jól, eins og tit gera í vesturheiminum, men í Sovjetsamveldinum varð alment farið frá religión, og við tí fóru eisini jólini. Vart tú religiøsur, vart tú gjørdur til láturs fyri tað.

 

- Í gamla Sovjetsamveldinum er so kalt um veturin, og fólk mugu hava okkurt at hátíðarhalda, hóast tey sum so ikki eru religiøs. Fyri okkum er nýggjárið tó stóra høgtíðin.

 

-  Nógv av tí, sum tit seta í samband við jólini, seta vit í samband við nýggjárið. Reyði liturin verður nýttur á nýggjárinum, og vit hava eisini ein ‘jólamann’. Hann eitur Frostfaðir (Father Frost á enskum), og hann er gandakallur. Hann minnir nógv um jólamannin og kemur eisini við gávum, men hann kemur á nýggjárinum, og hann hevur ofta eina gentu við at hjálpa sær. Tey eru ofta klødd í ljósablátt, men viðhvørt eisini í reytt eins og jólamaðurin.

 

 

Yekaterina heldur fram við at greiða frá, at hon als einki skilti, tá hon sum yngri hugdi at amerikonskum jólafilmum. Hví hildu tey nýggjár 25. desembur? Og hví tosaðu tey um Jesus í samband við nýggjárið? Fyri henni gav tað als onga meining, tí tey, sum í Kasakstan hátíðarhalda Jesu føðing, gera tað 7. januar og ikki í desembur.

 

 

Jólini hjá mammu Yekaterinu

Men religión er tó ikki heilt týdningarleys í dagsins Kasakstan. Yekaterina greiðir frá, at mamma hennara er kristin, og at mamman saman við vinfólki og kenningum úr kirkjuni heldur ‘jól’ 7. januar, men at tað tá bert er ein religiøs høgtíð uttan gávur, jólamann og so framvegis. Tá biðja tey og eta kanska ein góðan bita saman eisini.

 

Mamman hevur tó viðhvørt roynt at fingið familjuna við at halda ‘jól’, men tað hevur gingið striltið, tí Yekaterina hevur enn ongantíð ordiliga hildið kasakstansk ‘jól’ saman við familjuni. Hon greiðir eisini frá, at hetta kanska hevur samband við, at tað er so ringt at skilja, hvat verður sagt í kirkjuni, tí har verður russiskt frá 10. øld tosað.

 

 

Ymiskleiki

Men Yekaterina hevur eisini eina aðra frágreiðing, hví jól ikki verða hildin í Kasakstan eins og í vesturheiminum.

 

- Í Kasakstan eru tveir høvuðsbólkar av fólki. Annar er av russiskum uppruna, tosar russiskt og hoyrir til russikt-ortodoksu kirkjuna. Hin er uppruna kasakstanskur, tosar kasakstanskt og eru muslimar. Vit leggja tí ikki dent á religión og munirnar millum fólkasløgini, men hátíðarhalda ístaðin øll nýggjárið 1. januar.

 

Hóast Yekaterina ongantíð hevur hildið jól, soleiðis sum vit kenna tey, so hevur hon seinastu dagarnar verið vertur til eina stóra jólasýning við eitt nú tónleiki og dansi á universitetinum, har hon lesur. Her undirheldur hon áskoðarunum við at taka eina 'selfie' saman við teimum.

 

 

Gleðilig jól og gott nýggjár!

 
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.