Medley blandar seg upp í jólatónleikin

Medley blandar seg upp í jólatónleikin
Hevur tú ikki hoyrt hana áður? Rani Petersen og Marianna Nagata syngja sína fyrstu føroysku medley í Góðan Morgun Føroyar mikumorgunin. Tune in!
22.12.2015 - 23:45

Hevur jólatónleikurin verið ov nógv av tí góða, og saknar tú allar teir góðu gomlu føroysku sangirnar, so kanst tú hoyra fleiri væl umtóktar sangir upp á heilt stutta tíð í morgunsendingini. Tað eru tey bæði Marianna Nagata og Rani Petersen, ið fara at syngja sína fyrstu medley beinleiðis í morgunsendingini mikumorgunin umleið klokkan 9.00. 

 

Fyrsta medley'in á føroyskum

Ein medley er í stuttum ein samanseting av fleiri ymiskum sangum, so tað verður til ein endaligan sang við flótandi yvirgangum. Marianna, Rani og Elias Højgaard høvdu sæð nakrar medley við útlendskum sangum, men ongantíð við føroyskum. Tí fóru tey undir fyrstu føroysku útgávuna. 

 

- Vit gjørdu eina medley fyrst og fremst tí, at vit høvdu sæð líknandi gjørt fyrr, men ongantíð við føroyskum sangum. Tískil tóku vit uppgávuna til okkara og byrjaðu at seta ymiskar sangir saman og gjørdu eitt klaver-arrangement til. 

 

Les eisini: Frændur, Annika Hoydal og Swangah í einum sangi 

 

Tann fyrsta føroyska medley'in riggaði sera væl, har Marianna og Rani syngja, meðan Elias spælir klaver. Tey kundu hugsað sær at gjørt eina medley aftrat, men tað er sera tíðarkrevjandi arbeiði. 

 

- Vit hava tosað saman um at gera eina medley aftrat, men vit eru øll samd um, at so skal hon verða líka góð - um ikki betur! Ein medley tekur tíð at gera, so vit eru ikki komin í gongd við tað enn. Men hvør veit? 

 

Jólatónleikur sníkir seg uppí

Tey, sum ikki eru komin í jólahýr enn, kunnu saktans eisini lurta eftir morgunsendingini. Marianna og Rani fara nevniliga eisini at syngja ein stuttligan jólasang. 

 

- Vit fara eisini at syngja eina jóladuett, sum eitur Baby, it's cold outside - ein mega festligur jólasangur um tvey fólk, sum kjakast um, hvørt kvinnan skal fara heim ella verða verandi.

 

Ert tú ikki eitt morgunmenniskja, ella vilt tú bara hoyra meira tónleik hjá teimum báðum, so kanst tú fara í Reinsaríið mikukvøldið kl 19.30 til Open stage / Open mic. Og hevur tú eina trongd til tess, so kanst tú altíð sjálv/ur stilla teg upp á pallin at framføra eitthvørt listarligt framman fyri opnu mikrofonini. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.