- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eyðstein Zachariasen: Um nøkur ár verður loyvt at hava tvær konur
Eftir at uppskot um broyting av hjúnabandslógini um at loyva samkyndum at giftast varð latið løgtinginum 24. november, hevur drúgt kjak enn eina ferð tikið seg upp. Kjakið hevur býtt fólkið í tvær legur – tey, ið eru fyri broytingini, og tey, ið eru ímóti. Serliga er tað á Facebook, at dúgliga verður kjakast.
- Hetta er bara byrjanin
Ein av teimum, ið hevur eina sterka meining um evnið, er 17 ára gamli Eyðstein Zachariasen úr Streymnesi. Eyðstein er trúgvandi og hevur í langa tíð givið sína meining til kennar á netinum; hann er ímóti, at samkynd skulu hava loyvi at giftast.
- Fáa tey samkyndu rætt til borgarliga vígslu, so fer tað ikki at steðga, sigur Eyðstein. Hetta er bara byrjanin, og um nøkur ár verður loyvt at hava tvær konur. Hvat hevur hjúnabandið tá at siga?
Fleiri ung fara til andakt hjá KFS í skúlanum
Nú uppskotið skjótt skal til 2. viðgerð, vónar Eyðstein, at teir løgtingslimir, ið eru góðir við kirkjuna, hugsa seg væl um, áðrenn teir taka avgerð. Um hjúnabandslógin ikki verður broytt í hesum umfarinum, so ivast Eyðstein í, um hon nakrantíð verður broytt.
Hann vísir á, at tað fer ein stór veking fram í Føroyum í løtuni. Tað síggja vit eitt nú í skúlum, har KFS (Kristligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi) ger eitt stórt arbeiði.
- Talið á næmingum, ið ganga til andakt í skúlanum á Kambsdali, er vaksið frá 10-15 í fjør til 60-70 í ár. Um hetta kristna arbeiðið heldur fram, sum eg vóni av mínum innasta hjarta, so er ivasamt, um lógin verður broytt.
Bara maður og kona kunnu gera børn
Eyðstein er sannførdur um, at hann ikki fer at broyta meining viðvíkjandi hjúnabandslógini. Hann metir tað ikki vera natúrligt at vera samkyndur og sigur, at tað er ein orsøk til, at bert maður og kona kunnu gera børn.
- Móðurkærleikin frá mammuni, ið vit kenna til, og so faðirkærleikin, ið skal hjálpa okkum at mennast, so at vit verða búgvin til eitt framtíðar vónríkt lív, og tað er sera umráðandi, sigur Eyðstein.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |