- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Tú fært bara ein kjans á pallinum

Fleiri ungir tónleikarar ætla sær uttanlands at lesa tónleik. Krøvini, at sleppa inn á lærdan tónlistaskúla, eru ikki tey somu sum til universitet. Ein tónlistaskúli spyr teg ikki eftir einum flottum miðnámsskúlaprógvi. Tú hevur bert ein møguleika, og tað er ein upptøkuroynd. Tí er tað týdningarmikið at spæla konsertir áðrenn.
- Allar framførslur undan eini upptøkuroynd menna teg sum tónleikara bæði at spæla feilfrítt og koma víðari frá tínum feilum undir eini framførslu. Tú kanst venja so nógv, sum tú vilt í venjingarhølunum, men tú fært bara ein kjans á pallinum, tí er tað týdningarmikið at hava fleiri royndir, sigur Ári Berghamar Danielsen, ið fer til upptøkuroynd fyrst í komandi ári.
Úrmælingarnir skulu venja at standa á palli
Konsertin er serliga ætlað teimum luttakarunum, ið eru ávegis uttanlands at lesa tónleik. Fleiri teirra fara til upptøkuroyndir á lærdum tónlistaskúlum, og verður henda konsertin so høvið hjá teimum at venja seg at framføra stykkini.
Skráin fevnir víða, og tú fært høvið at uppliva bæði forvitnisligan tónleik fyri marimba, gittara og klaver, sum næmingar úr rútmisku og klassisku deildunum á Musikkskúla Miðnámi framføra.
Luttakararnir frá Musikkskúla Miðnámi eru Ári B. Danielsen, Hjalti B. Støylen, Kristian Pauli Ellefsen, Jónas Gaard, Sunneva Gaardlykke og Helena S. Lamhauge.
Konsertin er í Havnar Kirkju fríggjakvøldið 11. december kl. 17.00 og varir slakan tíma. Konsertin er ókeypis.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |