Timburmenn: Bananir, vodka og ein fingur í hálsin

Timburmenn: Bananir, vodka og ein fingur í hálsin
Fekk tú heilsað uppá Kenneth í gjár, og nú ert tú undir í ótolandi timburmonnum?
28.11.2015 - 19:30

Vit vita øll, hvussu tað kennist – kvalmi, høvuðpína og tosti taka lívið av tær. Hjálpin er tó nær, tí niðanfyri er uppskriftin, sum við vissu fer at bjarga degnum í dag.

 

Banan-vodka-smoothie

Tú skalt brúka:

 

2 cl vodka

1 banan

1 dl skyr ella jogurt

1 dl appilsindjús

 

Koyr alt tilfarið í blendaran í 10-20 sekund.

(Hann kann sjálvandi pimpast við øðrum fruktum)

 

Nú hevur tú so ta ultimativu uppskriftina, sum væntandi verður nýtt hvønn sunnudag frameftir. Men tó eru nøkur ógvuliga grundleggjandi ráð niðanfyri, ið eru ein góð tummilsregla, sum eru verd at hava í huga, tá farið verður í býin.

 

 

Áðrenn ballið byrjar

 

Syrg fyri at drekka vatn, meðan tú drekkur rúsdrekka, soleiðis at vætujavnvágin ikki oyðilegst.

 

Drekk tvey gløs av vatni beint áðrenn tú leggur teg at sova.

 

Royn og drekk ljósar drykkir sum hvítvín, vodka, gin og øl – drykkir, sum ikki innihalda litevni.

 

Et ímeðan tú drekkur, soleiðis upptekur kroppurin minni alkohol.

 

Um tú ert av tí harðrenda slagnum, sting so ein fingur í hálsin. Tað tømir magan fyri rúsdrekka, ið liggur eftir í maganum.

 

 

Dagin eftir

 

Tá tú vaknar dagin eftir ein vátan býtur, er umráðandi at drekka nokk av vatni. Ein sportsdrykkur hjálpir eisini, tí hann inniheldur bæði mineralir og salt – um tú ikki hevur ein sprotsdrykk við liðina, so kanst tú eisini koyra eitt sindur av salti í eina sodavatn.

 

Tak nakrar høvuðpínutablettir – umrinda tó tablettir, ið innihalda acetylsalicylsýru sum aspirin og magnyl.

 

Et sunnan mat við nógvum salti í - eina pitsu ella eina góða suppu.

 

Nápa ein døgurðablund. Rúsdrekka órógvar nevniliga tín svøvn.

 

 Ger tær eitt stórt glas av smoothie-uppskriftini omanfyri.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.