Rósa Maria - Prát við dirigentin, Bernhard Wilkinson

Rósa Maria - Prát við dirigentin, Bernhard Wilkinson
Í samband við at dramakonsertin, Rósa Maria, byrjar hesa vikuna, fingu vit eitt prát við dirigentin Bernhardur Wilkinson
10.11.2015 - 21:45

Hvat er Rósa Maria?
- Rósa Maria er ein dramakonsert, sum er gjørd út frá bókini eftir Jens Paula Heinesen um Rósu Mariu. Tað er ein samanseting av stuttum søgum um eina gentu, sum roynir seg í lívinum og um ymiskar avbjóðingar, sum hon møtir á leiðini. Fyri at skilja júst hvat Rósa Maria er, verður tú noyddur at koma at hyggja at dramakonsertini ella at lesa bókina. Konsertin hevur nógv drama og er ikki ein glaður leikur, sum Fame ella Grease. Tað er meir ella minni ein konsert, har drama verður lagt aftrat. Fólk hava búnar, úttrykkja kenslur og hava eina ávísa rollu.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til eina slíka konsert?
- Eg havi serliga ábyrgd av tónleikinum. Tvey kór eru, og eg skal syrgja fyri, at tey læra tað, sum er neyðugt. Tað eru uml. 12-14 sangarar, og tey skulu læra teirra part. Tað eru jú heilir 2 tímar av tónleiki uttan steðg, so nógv fyrireiking skal til. Tá tað so er gjørt, mugu teir hugsa um, hvat tað er, teir syngja, og hvat slag av tónleiki tað er. Tá allir partar duga sítt, kunnu vit síðani seta alt saman. Tað er ein kompleks proces við umleið 60 fólkum, so har er nógv at fáa skil á - nærmast sum á flogvøllinum á Heathrow, tá alt bara kemur í senn.

 

Hvussu gongur ein venjing fyri seg?
- Tónleikararnir og sjónleikararnir arbeiddu fyrst hvør sær. Tónleikararnir vóru t.d. eisini deildir í enn smærri bólkar so sum sangarar, kór, tónleikarar osv. Eisini er stórt arbeiði fyri ljóðmannin og tøknina sum heild. Tað eru so nógvar ymiskar uppgávur, sum ymisk fólk taka sær av. Tað er ikki fyrr enn nú gjøgnum tað síðstu tíðina, at alt hongur saman við sjónleikarum, tónleiki, búnum, sminku og øðrum.

 

Hvat skal til frá tíni síðu sum dirigentur at fáa alt at hanga saman?
- Størsi partur av mínum arbeiði er gjørt áðrenn sýningarnar byrja, og tað er ikki so nógv, eg geri, meðan sýningarnar eru í gongd. Áðrenn havi eg sum sagt ábyrgd at tryggja mær, at tónleikararnir duga alt, teir skulu duga, og at vit øll eru samd um hvørja takt vit spæla í, um tað skal vera hægri ella lægri osv. Alt hatta er gjørt fyri nøkrum vikum síðan, men so koma broytingar og annað. Eg havi onkra ábyrgd gjøgnum sýningina eisini, men hesa ferð havi eg ikki rolluna, sum eg vanligt havi við at standa mitt í øllum og dirigera.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.