Steðgaði at flúgva fyri at spæla sjónleik

Steðgaði at flúgva fyri at spæla sjónleik
23 ára gamla Esther Á Fjallinum steðgaði at arbeiða sum flogterna fyri at spæla sjónleik í Kardamummubýnum fyri ongar pengar
03.11.2015 - 17:15

Esther Á Fjallinum hevur arbeitt sum flogterna í næstan tvey ár. Í mai mánað fór hon eins og 62 onnur fólk til upptøkuroynd í Sjónleikarhúsinum. Tíðin gekk, og Esther fekk eingi boð um upptøku.

 

Les eisini: Kardamummuaudition

 

- Eg hoyrdi um onnur, sum vórðu úttikin, men eg fekk eingi boð. Eg roknaði bara við, at eg ikki var úttikin. Nakrar dagar seinni ringdi Hjálmar so til mín. Hann hevði roynt at fingið fatur í mær leingi, men eg var altíð á flogi, so ja... Tað var nokk so stuttligt. 

 

Tekur sjónleikin fram um arbeiðið

Tað stóð Esther skjótt greitt, at hon ikki bæði kundi flúgva og spæla sjónleik samstundis.

 

- Eg segði beinanvegin, at eg ikki kundi flúgva móti november. Eg tori ikki at risikera at liggja veðurføst í Bergen. Í seinastuni havi eg bara flogið onkrar vikuskiftistúrar, tí vit hava vant so nógv eisini.

 

Alt er sjálvboðið og gjørt av áhuga

Havnar Sjónleikarfelag, sum setir leikin upp, er eitt áhugaleikarafelag. Tískil fáa leikararnir onga løn fyri at spæla. Tað leggur Esther tó einki í, tí hon tekur sjónleikin fram um arbeiðið. Hon hevur tó fingið starv sum hjálparfólk í frítíðarskúla, meðan hon spælir sjónleik. Umframt hetta býr hon heima, so hon hevur ikki nógvar fastar útreiðslur.

 

At Esther er við í Kardamummubýnum av áhuga, er eingin ivi um.

 

- Vit skuldu øll venja í dag, men nú skulu nøkur venja ein dans, sum eg ikki eri við í. Eg skuldi einki annað í dag, so eg kom bara oman at hjálpa Annu Sofíu at mála pallin. Hon hevur ein langan lista av tingum, sum skulu gerast.

 


Esther hjálpir scenugrafinum, Annu Sofíu Egilstrøð, at mála, tá hon ikki spælir sjónleik

 

Nervøs at spæla so stóran leik

Esther hevur spælt við í studentaskúlakabarettum og eisini í leikaløtum á Dramaverkstaðnum, har hon hevur gingið til sjónleik í eini seks ár. Esther hevur tó ikki spælt við í nøkrum stórum leiki fyrr.

 

Les eisini: Kardamummuvenjing

 

- Nú skal eg spæla frú Bastian, og eg skal eisini syngja fyri fleiri túsund fólkum. Oh my gaad eg eri nervøs - serliga fyri at syngja og knekka í senn. Eg havi bara sungið til kvøldsetur fyrr, og sjálvt tá havi eg nervar. Hetta verður ein ordilig avbjóðing at spæla her. 

 

- Kundi hent seg, at eg søki á sjónleikaraskúla

Esther byrjaði at spæla sjónleik sum tólv ára gomul og hevur dámað tað væl.

 

- Eg havi oftað hugsað um at blíva professionellur sjónleikari, men ongantíð havt mót upp á at lesa til sjónleikara. Eg tími ikki so væl skúla. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað gongur við hesum. Verður tað ordiliga gott, so kundi tað altíð hent seg, at eg søki á sjónleikaraskúla. 

 


Esther er næstan liðug at mála koyggjuna hjá dólgunum

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.