Konni Kass og GUDS PENGAR í Christianshavn

Konni Kass og GUDS PENGAR í Christianshavn
Ert tú í stadd/ur í Danmark kanst tú leygarkvøldið leita tær inn á Christianshavn Beboerhus til ráar, norðurlendskar tónar, tá Konni Kass og GUDS PENGAR fara at framføra
13.10.2015 - 22:00

Komandi leygarkvøldi, tann 17. oktobur, verður Christianshavns Beboerhus karmur um norðurlendskan tónleik, tá Konni Kass við bólki hennara, og svenska popkapellið GUDS PENGAR, fara at hava konsert saman.

 

KONNI KASS:

Unga føroyska songkvinnan hevur seinastu mánaðirnar gjørt enn meira um seg á føroyska tónlistapallinum, og er nú komin til Keypmannahavnar, fyri at spæla nakrar konsertir. Konni hevur, saman við bólki sínum, júst spælt debut-fløguna inn, sum verður útgivin komandi ár.

 

Saman við manningini, Knút Háberg Eysturstein, Torleiki Mortensen, og Per Ingvald Højgaard Petersen, fer Konni at framføra egin, innilig og eksperimenterandi løg, tá hon traðkar á pallin leygarkvøldið.

 

 

GUDS PENGAR

Handan sermerkta navnið er ein heldur ørvísi orkestur úr Malmø, ið við sínum alternativu, popputu ljóðum skapar ljósar, myrkar, ótolnar og lekkrar tónar, ið, sambært bólkinum sjálvum, spegla alt og einki í senn.

 

Tiltakið byrjar kl 19 í Christianshavns Beboerhus leygarkvøldið 17. oktobur. Billettir kunnu ognast við dyrnar fyri 50 kr stykkið.

 

Niðanfyri kannst tú lurta eftir løgunum Solens Uppgång hjá GUDS PENGAR, og I Lie hjá Konni Kass.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.