G! kvøld í Keypmannahavn

G! kvøld í Keypmannahavn
Fríggjakvøldið í næstu viku spæla tvey av teimum stóru G! nøvnunum á Norðuratlants bryggju
06.10.2015 - 13:45

Ert tú útiseti og leingist heim? 16. oktobur verður høvi at uppliva sermerkta dámin frá G! festivalinum í øðrvísi hami, tá tvey av stóru nøvnunum á G! Festivalinum fara at spæla á Norðuratlants bryggju.

 

Fallullah 

"Útlendska" navnið á tiltakinum er danska songkvinnan, Fallullah, ið var eitt av høvuðsnøvnunum á G! í 2011, har hon hevði eina væleydnaða konsert. Í løtuni arbeiðir Fallullah við síni triðju fløgu, ið verður givin út á evropeiska og amerikanska marknaðinum nú í heyst, og væntast kann, at hon fer at spæla nakrar av nýggju sangunum til konsertina fríggjakvøldið.

 

Marius

"Lokala" navnið verður Marius, ið leingi hevur verið fastur gestur á G! festivalinum. Marius gjørdist av sonnum ein fólkaogn, tá hann í apríl gav út væl eydnaðu fløguna 'Home/Heim'. Hetta bar konsert hansara á ársins G! Festivali eisini boð um, tá ein stúvstappaður gøtusandur sang hart við til 'Nærveran'.

 

Í tónleiki sínum megnar Marius at fanga ta føroysku náttúruna og dámin í nostalgisku og droymandi ljóðunum, ið bera hugin hjá einum og hvørjum útiseta heim aftur til oyggjarnar.

 

Atgongumerki

Tiltakið G! Festival Night  verður á Norðuratlants bryggju 16. oktobur kl 19, og kann atgongumerki keypast fyri 100 kr her, ella við dyrnar fyri 125 kr.

 

Lurta eftir 'Nærveran' hjá Mariusi og 'Out of It' hjá Fallullah niðanfyri  

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.