- Tíðindi, mentan og ítróttur
KFS í Studentaskúlanum í Hoydølum
Skrivað hevur: Heidi Lindenskov Róadóttir
Vit eru stødd í Hoydølum ein hósmorgun klokkan 9:40 í stovu 31.
KFS - Kristiligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi - byrjar hvørja løtu, og tí samlast fleiri ung til eina andakt. Í dag er tað Guðrið Patursson, ið sigur nøkur orð um at vera “busy”, og hvat vit brúka okkara tíð uppá í dagligdegnum.
- Vit fara at snakka út frá Sálmi 39.6, sigur Guðrið.
Hugurin inni hjá KFS’arunum er sera friðsælur, og øll sita stillisliga og lurta eftir, ímeðan hon situr og deilir tankarnar hjá sær við øll, ið uppmøtt eru.
KFS á miðnámi
KFS-bólkarnir virka á miðnámsskúlunum kring alt landið og á setrinum. Tað var í 1973, at KFS varð sett á stovn, og síðani tá hevur felagsskapurin spreitt seg millum ung og eldri í Føroyum.
Jákup Reinert Hansen, ið setti tað á stovn, var tá lesandi í 2.g í Hoydølum. Hann setti seg í samband við ein danskan KFS-skrivara fyri at kanna, um tað bar til at fáa ein KFS-skrivara til Føroya, at hjálpa honum við at fáa KFS til Føroya, tí hann helt tað vera tungt at verja trúnna hjá sær einsamallur.
KFS í hoydølum
Tað eru í dag fýra festligir ungdómar, ið standa fyri KFS møtunum í Hoydølum. Guðrið, Maria, Jónas og Krista ganga øll í Hoydølum í løtuni, men hóast øll skúlatingini, seta tey tíð av til KFS.
- Vit møtast týsdagar og hósdagar til andaktir. Tað er sera ymiskt, hvat vit gera á sovorðnum møtum, t.d. deila vit vitnisburðar, práta um ávís evnir, drekka ein drekkamunn saman og nógv annað, sigur Guðrið.
- Vit ynskja, at ungdómurin kemur at kenna Jesus betri, og at tey taka Hann við í skúlalívið og dagligdagin.
- Hetta er ein felagsskapur, har øll eru hjartaliga vælkomin; har tað skal kennast trygt og uppbyggjandi, sigur Guðrið víðari.
KFS er á Instagram, Facebook og so eisini á heimasíðuni www.kfs.fo.
Í dag var tað Guðrið, ið stóð fyri andaktini.
- Eg haldi, at KFS er eitt sera gevandi, læruríkt og genialt tiltak, har øll ung lesandi, ið eru trúgvandi, kunna koma saman nakrar ferðir um vikuna, mitt í skúlarokinum, til eina andakt og sosiala samveru, fortelur Silja Wang.
Tey hava eina “ferðabíbliu” í KFS bólkinum í Hoydølum.
- Vit hava eina ferðabíbliu, soleiðis at vit venja okkum við at deila og práta um Guðs orð. Eisini bara fyri at eggja og kveikja hvønn annan við dagligum 'góðum ráðum', sigur Silja Wang.
- Eg eri við í KFS, av tí at eg haldi tað er sera umráðandi at røkka út til tey ungu í júst hesi tíðini og hesum umhvørvinum. Hetta grundarlagið hevur verið altavgerandi fyri meg, og eg ynski, at onnur eisini skulu uppliva tað, sum eg havi upplivað, sigur Guðrið Patursson.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |