- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Alt hevur gingið skjótt og væl" - Dan Olsen
Dánjal Rói Olsen, meir kendur sum Dan Olsen, livir sum tónleikari í London. Hann greiðir Røddini frá upplivingum og vónum sínum, og eisini gevur hann ungum tónleikarum góð ráð.
Byrjaði sum tannáringur
- Eg byrjaði við klassiskum guitarspæli í Musikkskúlanum á Frúutrøð hjá tí sera dugnaliga Ólavi Jakobsen, tá eg var 13 ár. Tá guitarspælið var komið upp á pláss, og eg var 16 ár, byrjaði eg so smátt at læra meg sangir hjá navnframum tónleikarum sum John Mayer, Jack Johnson og øðrum. Her lærdi eg so eisini meg sjálvan at syngja.
Tónleikur var tó ikki fyrsta val
- Men tónleikur var tó enn í bakgrundini av studentstíðini, fótbólti í bestu deildini, universiteti í Danmark osfr. Tað var ikki, fyrr enn eg í 2013 flutti til Avstralia at gera meg lidnan við mína Bachelor of Business, at eg bjóðaði meg fram og byrjaði at spæla live tónleik um vikuskiftini. Tá kom røðin av sangum, ið eg hevði lært meg gjøgnum øll hesi árini, væl við, tí hetta bleiv mín settlisti, tá eg spældi á dansistøðum. Hetta varð eisini ein eyka inntøka, meðan eg hevði annað arbeiði og gjørdi meg lidnan við universitetið.
Áhugin fyri tónleiki gjørdist stórur
- Tá eg var liðugur at lesa, avgjørdi eg at flyta til stórbýin í Avstraliu, Sydney, at skriva mínar egnu sangir og halda áfram við mínum live framførslum. Eftir hálvt ár og við einari hampuligari samling av sangum valdi eg at flyta til London - tónleikahøvuðsstaðin í Evropa (um ikki í øllum heiminum).
At vera tónleikari í tónleikahøvuðsstaðnum
- Her helt eg fram við sama leisti og møtti so mínum núverandi umboðsmanni (á enskum: manager), ið millum annað hevur umboðað Sam Smith. Tað hevur gingið sera skjótt í London. Eg havi m.a. spælt á London Fashion Week, OK! Magazine Christmas Party og verið á konsertferð í Russlandi, har eg spældi fyri fjøldum við túsundtals áhoyrarum. Í Moskva vann eg eisini The International Songwriters Award fyri besta sang millum sangskrivarar úr 20 londum. Og eg havi verið so heppin at skrivað sangir saman við m.a. Tim Fraser (ið hevur skrivað fyri Tina Turner og Lulu) og Martin Sutton (ið hevur skrivað fyri Backstreet Boys, Celine Dion, Leeann Rimes og Brian McFadden). Harumframt eri eg sloppin til stórar red carpet filmfrumsýningar saman við m.a. Dwayne "The Rock" Johnson og Kylie Minogue. Alt hevur gingið skjótt og væl.
Nógv fyri framman
- Fyri framman er hjálpararbeiði og konsert í Suður Afrika, konsertferð í Kina, samstundis sum mín fløguútgáva eisini er ávegis.
Ráð til ungar tónleikarar
- Eg vil bara viðmæla, at tú gongur tín egna veg. Royn ymsar leiðir innan tónleikin. Møt ymsum tónleikarum. Lær á vegnum. Gloym ongantíð, at tað týdningarmesta innan tónleikavinnuna er ein fantastiskur sangur. Fá so nógvan íblástur sum møguligt, Í síðsta enda lurta eftir tær sjálvum. Við øðrum orðum: Fylg tínum hjarta. Um tú vilt hava fólk at leggja merki til tín, má tónleikurin umboða teg sjálvan. Hetta ger teg eisini haldgóðan í longdini.
Um tit kundu hugsað tykkum meira atgongd til vitan og tónleik hjá Dan, so hevur tú møguleikan niðanfyri.
www.facebook.com/danolsenmusic
www.instagram.com/danolsenmusic
www.soundcloud.com/danolsenmusic
snapchat: danolsenmusic
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |