- Tíðindi, mentan og ítróttur
Markleys útbúgving 2015
Í ár er 13. árið á rað, at Altjóða Skrivstovan skipar fyri útbúgvingarmessuni Markleys Útbúgving.
Tiltakið verður týsdagin 15. septembur í Norðurlandahúsinum. Talan er um kunningartiltak um víðari lestur í Føroyum og uttanlands. Her fáa øll høvið at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar og kunnu tosa við vegleiðarar og lesandi á hægri føroyskum og útlendskum útbúgvingarstovnum.
Fjølbroytt skrá
Tiltakið um dagin er ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum, meðan tiltakið um kvøldið er alment. Eins og undanfarin ár er skráin fjølbroytt við umboðum frá øllum hægri útbúgvingum í Føroyum, okkara grannalondum og meira fjarskotnum londum sum t.d. USA og Australia.
MÚ roynir at kveikja áhugan hjá ungum fyri útbúgving. Lestrarmøguleikarnir eru nógvir og kunnu tykjast bæði spennandi, men eisini ringir at fáa yvirlit yvir. Tí eru Altjóða Skrivstovan á Setrinum og lestrarvegleiðararnir til reiðar at veita vegleiðing í spurningum, sum viðvíkja vali av útbúgving.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |