Valið er liðugt, hvat hendir nú?

Valið er liðugt, hvat hendir nú?
Løgtingsvalið er liðugt, og broytingarnar eru stórar, men hvør er tað, sum avger, hvør skal gera nýtt landsstýri og skipa samgongu?
08.09.2015 - 15:00

Samgonga og andstøða

Fyri at gera tað einfalt, er samgongan meirilutin í Løgtinginum, og hon sum avger, hvussu politikkurin verður førdur. Andstøðan er harafturímóti í minniluta, kann leggja uppskot fram, men tað er ongin trygd fyri, at hon fær nakað ígjøgnum.

 

Áðrenn valið vóru tað Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, sum vóru í samgongu (19 tinglimir), meðan Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkurin og Framsókn vóru í andstøðu. (14 tinglimir)

 

Løgmaður fyrsta rætt til samráðingar
Í fyrstu atløgu er tað løgmaður, sum hevur rættindini til at gera samgongusamráðingar. Hann skal í minsta lagi fáa 17 av teimum 33 tinglimunum við sær fyri at fáa meirilutan. Um hann ikki hevur nakrar møguleikar fyri at fáa meirilutan við sær, má hann fara til løgtingsformannin og verða biðin um at verða loystur úr starvi.         


Valkvøldið søgdu andstøðuflokkarnir (Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri), at teir vildu royna at skipa eina samgongu saman fyrst, og tí fekk Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, ikki samlað meirilutan. Hann var tí eftir umbøn loystur úr starvinum, og ein nýggjur samgonguleiðari skuldi útnevnast.


Nýggjur samgonguleiðari skal finnast
Um løgmaður verður loystur úr starvi, skal ein floksformaður úr einum av hinum flokkunum verða útnevndur. Allir floksformenninir skulu ein eftir annan á fund við løgtingsformannin, har teir hava tíggju minuttir at útnevna ein nýggjan samgonguleiðara. Tann, sum flest peika á, verður útnevndur og skal síðani kalla saman til samráðingar.

 

Allir floksformenninir peikaðu á Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum uttan formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, sum peikaði á Høgna Hoydal úr Tjóðveldi. Tí bleiv Aksel V. Johannesen valdur til at skipa nýggja samgongu.

 

Tíggju dagar at skipa samgongu í
Tá samgonguleiðarin verður útnevndur, hevur hann tíggju dagar at skipa eina samgongu. Eydnast tað ikki, verður aftur ein nýggj formansrunda, har ein nýggjur verður útpeikaður. Soleiðis blívur tað við, til ein samgonga er komin upp á pláss.

 

Í løtuni sita Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri til samráðingar og royna at skipa samgongu. Freistin hjá Aksel V Johannesen at skipa samgongu er týsdagin 15. septembur, og tá skal samgonguskjalið verða undirskrivað.


Samgongan kann slitna, hóast samgonguskjalið er undirskrivað
Tá samgonguskjalið er undirskrivað, er bert eftir at býta málsøkini ímillum flokkarnar. Tá hevur tað onkuntíð gingið galið, tí flokkarnir verða ikki samdir um býtið. Málsøkini eru í løtuni vinnumál, fiskivinnumál, fíggjarmál, almannamál, heilsumál og mentamál, men málsøkini kunnu eisini skifta. Áður hava tað t.d. verið innlendismál og uttanríkismál.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.