Arbeiðslív: Fiskavirki

Arbeiðslív: Fiskavirki
Linda Nielsen og Vár Næs vísa okkum sítt arbeiðspláss á Pelagos í Fuglafirði
02.09.2015 - 23:30

Millum tey, sum leingi hava arbeitt í fiski, maskinmeistarar og onkrar útlendskar damur, arbeiða eisini 20 ára gomlu Linda og Vár, ið blivu lidnar á miðnámsskúla í summar. Hóast tær báðar vanliga búgva í Havn, hava tær avgjørt í sokallaða “4.g” at arbeiða á fiskavirkinum Pelagos í Fuglafirði hesa makrel sesongina. Her vísa tær okkum sítt arbeiðslív.

 

- Vit skulu út at fjakka eftir jól og skulu tí hava nógvar pengar skjótt. Vit eiga ongar pengar – ella næstan. Eg mátti læna pengar til billettirnar til Kuba.

 

- Mær dámar betri, enn eg væntaði. Fyrsti dagurin var rættiliga harður og virkaði ræðuliga langur. Nú virka dagarnir styttri og styttri. 

 

- Okkara uppgáva er at skilja lítlar og brotnar fiskar frá hinum. Eisini skal øll hjáveiðan skiljast frá – altso øll hini fiskasløgini enn tað, vit virka júst tá. 

 

- Um ikki so nógv er at gera, er ikki neyðugt at keða seg. Tað ber altíð til at spula ella taka fisk upp av gólvinum. Tíðin gongur skjótt, hóast arbeiðið viðhvørt er heldur einstáttað.

 

- Fólkini eru mega fitt og fyrikomandi, hóast tað er stórur aldursmunur. Vit fáa eisini lekkran mat í steðgunum, men eg havi ikki etið makrel, síðani eg byrjaði her. Eg hopi, at eg klári at eta tað aftur…mær plagdi at dáma væl at eta makrel.

 

Hóast tær vóru skúlatroyttar og bara vildu verða lidnar á miðnámsskúla, leingjast Vár og Linda eitt sindur eftir floksfeløgunum. Onnur teirra er farin at umhugsa at taka HH upp á eitt ár, men hon hevði valt virkið fram um skúla júst nú. 

 

Pelagos er eitt frystivirki, ið virkar pelagiskan fisk – serliga makrel og sild. Í makrel sesongini – frá miðjum august til fyrst í desembur – eru millum 70 og 80 fólk tengd at virkinum. Restina av árinum er virkið óvirkið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.