- Tíðindi, mentan og ítróttur
Röddin spyr: Føroyskir tónleikarar um 27 Club

27 Club er heiti á einum bólki av tónleikarum, sum eru deyðir í aldrinum 27. Orsøkinar til deyðsfallini eru ymiskar, men harða tónleikaumhvørvið, dráp og sjálvmorð eru í flestu førum deyðsorsøkirnar.
Í 27 Club eru bæði kendir og ókendir tónleikarar millum annað Kurt Cobain, Jimi Hendrix og Amy Winehouse eru deyð í aldrinum 27. Um hetta er tilvild ella ikki er ein spurningur, sum hevur verið spurdur í nógv ár.
Röddin hevur spurt fýra føroyskar tónleikarar í 20'unum, hvat tey hugsa um hesa løgnu lagnuna.
Rebekka Petersen
Aldur: 20
Føðingardagur: 20. septembur 1994
Útgávur: Rebekka Petersen - Byggi Borgir, 2014
Hvat hugsar tú um 27 Club?
- Hugsi at 27 club er tilvildarligt. Eg meini so við, har eru so nógv onnur ting, mann kundi valt at fokusera uppá enn teirra deyðsaldur. Tað kundi til dømis verið øll, sum vóru fødd á midnátt, ella eitt hvørt. Hinvegin er tað ikki so løgið, at tey doyggja so ung, tá tey ferðast í einum miljøi við nógvum stoffum og rúsdrekka.
Hevur tú hugsað um 27 Club yvirhøvur?
- Havi ikki hugsað so nógv um 27 club. Havi hoyrt um tað til tíðir, men haldi at tað er ein uppblást media-søga.
Ert tú pátrúgvin?
- Eg eri eitt sindur pátrúgvin, men trúgvi ikki sum so uppá 27 club.
Trýrt tú uppá 27 Club?
- Also jú, tað er kanska løgið, men í mínari verð bara tilvildarligt, einki hokus pokus. Kanska onkur av teimum hevur timað tað enntá.
Ræðir 27 Club teg?
- Tað ræðir meg ikki.
Um tú skuldi doyð í aldrinum 27, er so nakar serstakur máti tú vildi doyð á?
- Um eg skuldi doyð sum 27 ára gomul, hevði eg viljað doyð uttan ávaring, í svøvni kanska.
Sigmund Zachariassen
Aldur: 23
Føðingardagur: 2. august 1992
Útgávur: The Strangers, 2012, Sigmund – Seven Sheep Farm Blues, 2013, Sigmund – Live With The Boogiemen, 2014, Ranchus – Feeling Like A Caged Lion Pacing Behind One Way Glass, 2015
Hvat hugsar tú um 27 Club?
- Tað er í veruleikanum ótrúliga keðiligt, at tað eru so nógvir góðir tónleikarar, ið doyggja sum ung. Næstan líka ringt er, at tað eftirhondini er blivið romantiserað av miðlunum og øðrum.
Hevur tú hugsað um 27 Club yvirhøvur?
- Mær dámar nokk so væl tann svarta humorin í orðatakinum ”break a leg”. So tá eg havið verið spurdur, um hví eg havi skund, so er svarið skemtiliga, at vit tónleikarar liva bara til vit eru 27. So Chop chop, deadline's abroaching!
Ert tú pátrúgvin?
- Pátrúgvin eri eg ikki, men tó kanska eitt vet paranoidur til tíðir.
Trýrt tú uppá 27 Club?
- Tey plaga at siga, at onkrir tónleikarar selja sína sál fyri at fáa serliga góðar eginleikar við ljóðførinum. Og um mann nú skal vera eitt sindur bíbiliskur, so er 27=3x3x3 (tríeindin). So kanska er hatta ein partur av avtaluni?
Ræðir 27 Club teg?
- Tað er ongantíð stuttligt, tá onkur doyr ungur.
Um tú skuldi doyð í aldrinum 27, er so nakar serstakur máti tú vildi doyð á?
- Skuldi mann nú doyð sum 27 ára gamal, so skal mann kanska ansa eftir. Sjálvmorð? Nei, tí tað gjørdi Kurt Cobain. Kvaldur? Jimi Hendrix. Eitraður? Robert Johnson. Drukna? Brian Jones. Yvirdosis? Janis Joplin. Alkohol? Amy Winehouse.. Hmm...
Benjamin Petersen
Aldur: 27
Føðingardagur: 18. mai 1988
Útgávur: Benjamin - Benjamin, 2009, Benjamin - Ghost With Skin, 2013, Benjamin - Perfume Variations, 2015, Ave - Ave, 2014
Hvat hugsar tú um 27 Club?
- Hetta at blíva 27 ár er nakað heilt serligt, tí so nógvar av mínum allar størstu hetjum doyðu júst í hesum aldrinum. Eg kann nevna nakrar, ið hava givið mær íblástur: Robert Johnson, Brian Jones (Rolling Stones), Jimi Hendrix, Jim Morrison og sjálvandi Kurt Cobain.
Hevur tú hugsað um 27 Club yvirhøvur?
- Ikki tað at eg ætli mær at doyggja sum 27 ára gamalur, men eg føli, at tað er nú, at eg skal í holt við at gera eitt ella annað, sum fer at broyta meg tónleikaliga. Eg veit slett ikki, hvat tað er, men hetta er ein kenlsa í mær. Hon kemur allarhelst uttanifrá, tí at mann gjøgnum so langa tíð hevur havt fokus á hendan valsignaða klub 27, og fólk hava dyrkað “live fast, die young” konseptið.
Um tú skuldi doyð í aldrinum 27, er so nakar serstakur máti tú vildi doyð á?
- Eg havi einki ímóti at blíva ein Willie Nelsin ella Johnny Cash, tá eg verði gamal, men tað er eisini líka mikið, hvussu gamalur eg blívi. So leingi eg sleppi at spæla tónleik, so eri eg glaður. Willie Nelson og Johnny Cash eru menn í spældu/spæla til tað síðsta. Cash gjørdi nakrar av bestu plátum sínum tey seinastu árini hann livdi, og Nelson er 82 og er still going strong.
Filip Mortensen
Aldur: 27
Føðingardagur: 1. apríl 1988
Útgávur: The Ghost - War Kids, 2010, The Story Ends - Honey And The Moon, 2006
Hvat hugsar tú um 27 Club?
- Ljóðar sum eitt dansistað í Klaksvík.
Hevur tú hugsað um 27 Club yvirhøvur?
- Nei, tað er synd at siga.
Ert tú pátrúgvin?
- Nei, eri alt ov lítið pátrúgvin, burdi verið meira. Næsta nýttárs lyfti. Og so gera ein 28 Club.
Ræðir 27 Club teg?
- Eru allir limirnir ikki deyðir, hahahaha?
Um tú skuldi doyð í aldrinum 27, er so nakar serstakur máti tú vildi doyð á?
- Eg eri ikki emo!
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |