Goymir eitt listafólk seg í tær?

Goymir eitt listafólk seg í tær?
Størsta Ung í Føroyum nakrantíð verður í oktober
05.08.2015 - 11:15

12.-14. oktober 2015 verður Norðurlandahúsið latið ungdóminum. Tá koma 90 ung millum 13 og 18 ár í húsið at vísa tað, tey duga, og at fordjúpa seg í list og skapandi virksemi við hjálp frá yrkislistafólki úr Føroyum, Noregi, Svøríki og Finnlandi.

 

 

Ung í Føroyum 2015 er størsta tiltakið, sum hevur verið, síðan tað byrjaði í 2001. Luttakaratalið er hægri enn áður, stevnan er ein hálvan dag longri enn vanligt, og sum nakað heilt nýtt eru tríggir av verksmiðjuleiðarunum í ár úr øðrum Norðurlondum.

 

 

Verksmiðjurnar eru seks í tali: Tónleikur við Jens L Thomsen (FO), sjónleikur við Mariann Hansen (FO) og Heiki Riipinen (FI), dansur við Signhild Meen Wærsted (NO), skriving við Athena Farrokhzad (SE), sniðgeving við Onnu Kristini Bæk (FO) og myndlist við Sámali Blak (FO).

 

 

Stevnan endar við einum almennum tiltaki, har luttakararnir sýna tað fram, sum tey hava skapt. Vígdis Hentze Olsen, dansari og koreografur, er listaligur samskipari av framsýningini.

 

 

Tilmeldingarfreistin er á midnátt 13. september. Sí meira og melda til á ungiforoyum.org ella nlh.fo.

 

 

- Tíðindaskriv

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.