Grasorma Cup á Grasormastadion

Grasorma Cup á Grasormastadion
Á hvørjum ári hittast legendur og amatørar at spæla fótbólt á Grasormastadion í gamla grannalagnum
01.08.2015 - 21:00

Føroyskar fótbóltslegendur sum Tróndur Vatnhamar, Jónas Tór Næs og Árni Guldborg Nielsen hava slitið mangar gaggur á Grasormastadion Ternuryggi. Á hvørjum ári samlast nakrar av legendunum og hinir amatørarnir aftur at spæla fótbólt.

 

Tað byrjaði við einum grannalagi, ið var dominerað av dreingjum, og einum fótbóltsvølli mitt í rokanum. Dreingjalótirnar vóru nógvar og ikki minst fótbóltsdystirnir.

 

Fleiri teirra eru blivnir vaksnir og eru fluttir í nýggj grannaløg. Tó so, á hvørjum ári samlast teir (ella í øllum førum nakrir) aftur at spæla fótbólt sum í gomlum døgum. Eftir kappingina er øl og prát um gamlar dagar á skránni.

 

Grasormar spæla Grasorma Cup á Grasormastadion

 

Tað er ikki av ongum, at felagsnevnarin er grasormur. Tað sigst, at ein fótbóltslegenda bleiv lokkað at eta ein grasorm undir einum fótbóltsdysti. Harav bleiv felagsnevnarin grasormur...

 

Genturnar sluppu sjáldan upp í part (tær ótu heldur ikki grasormar), men á Grasorma Cup plaga genturnar at sleppa upp í part, hóast tær eru fáar í tali og eru í vánaligari venjing. Genturnar fáa tó sersømdir; eitt mál telur sum fimm...

 

Grasorma Cup 2015

Undanfarnu ár hevur undirtøkan ofta verið góð, og fleiri av teimum elstu í grannalagnum hava spælt við. Eitt ári var miðalaldurin á eina liðnum 29 ár. Í dag var undirtøkan tó lítil, og neyðugt var at ringja eftir styrki frá øðrum grannaløgum. Hóast tað var oyasandi regn og kalt, so fingu teir trettan leikararnir eina fína kapping. 

 


- Huff, eg orki ikki meira
 


- Hetta er fyrstu ferð, at eg havi spælt her í langa tíð uttan at verið fullur
 


Stigini og málskorðararnir verða skrivað upp so hvørt
 


- Fanin, nú verður gott at fáa eina øl
 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.