- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her eru útbúgvingarnar við hægstu miðalkarakterunum
Tað eru tvær útbúgvingar, sum bróta próvtalsstigan í ár og krevja eitt miðal á yvir 12. Útbúgvingin, sum krevur hægsta miðal, er International Business á Copenhagen Business School, sum hevur eina atgonguavmarking á 12,3 í miðal. Sama útbúgving hevði í fjør eitt miðal á 12,1. Beint aftanfyri liggur molekylær biomedicin á Københavns Universitet við 12,1.
Í alt hava 48% av útbodnu útbúgvingunum í ár fingið fleiri førar søkjarar, enn tey hava pláss fyri, og hetta skapar eina atgonguavmarking.
Útbúgvingarnar, sum krevja hægst miðal:
Tær størstu útbúgvingarnar eru heldur ikki tær við hægstu atgonguavmarkingum. Í ár eru 5.163 umsøkjarar bjóðaðir pláss á einari námsfrøðiútbúgving. Hetta ger fakið til tað størsta, mátað á nýggj lesandi.
10 tær størstu útbúgvingarnar:
Kynsbýtið á umsøkjarunum er eins og síðsta ár. 56% av teimum upptiknu eru kvinnur, meðan 44% eru menn.
Í alt hava 65.298 fingið bjóðað lestrarpláss í ár. Hvør fjórði persónur, svarandi til 23.342 persónar, hevur fingið eitt nei.
Kelda: Politiken.dk
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |