Frá vaskigentu til bólkaleiðara á G!

26 ára gamla Tanja Sleire úr Gøtu
Frá vaskigentu til bólkaleiðara á G!
- Tað besta við G! er at standa á sandinum, føla fríska luft, eina mega góða konsert og hava øll vinfólkini beint við síðuna av sær
19.07.2015 - 13:45

Tanja Sleire, 26 ár, Gøta

Hvussu ofta hevur tú verið á G! ?

- Eg havi verið á G! øll árini.

 

Er nakar munur á festivalunum gjøgnum árini?

- Tað er ræðuliga nógvur munur á festivalinum gjøgnum árini. Nøvnini, økið og gestirnir eru øðrvísi. Tað fyrsta árið var ordiliga sjarmerandi, tað vóru næstan bara lokal fólk, nú eru nógvir útlendingar.
Økið hevur fyrr verið hugnaligari, har vóru fleiri básar, fleiri ljós – alt var hugnaligari, hetta er nakað, sum eg sakni á G!.

 

Hevur tað nakran týdning at búgva í Gøtu?

- Ja, tað er ræðuliga lekkurt, at eg skal bara ganga tveir metrar, so eri eg heima. Eg kann fara í brúsu, tá eg vil og fara heim, tá eg vil.

Og so kenna vit øll hvønn annan, vit ganga húsagongd, fáa okkum kaffi, køku og øl.

 

Hvussu ber tað til, at tú hevur arbeitt øll árini?

- Tað byrjaði við, at eg altíð var til konsertir hjá Grót í Losjuni og í Töting. So byrjaði eg at kenna Jón Tyril, Sólarn Solmunde og øll tey. So byrjaði G! festivalurin, og eg fekk eitt vaskiarbeiði og seldi atgonumerkir. Síðani havi eg staðið fyri backstage økinum, sitið á kontórinum og seinastu fimm árini havi eg verið bólkavertur. 

 

- Eg veit ikki, hvat eg skuldi gjørt á festivalnum, um eg ikki arbeiddi. Tað hevði verið øðrvísi, eg vænti, eg hevði verið nokkso ræstleys.

 

Hvat er tað besta og tað vánaligasta við G! ?

- Tað besta við G! er at standa á sandinum, føla fríska luft, eina mega góða konsert og hava øll vinfólkini beint við síðuna av sær.

 

- Tað vánaligasta er at vakna dagin eftir og so at skula gera seg klára, eg hati at gera meg klára. Eg hevði viljað verið ein drongur, í brús og so farið út aftur.

 

Hvørji góð ráð hevur tú til aðrar festivalgestir?

- Mann má minnast til at fara til tær konsertirnar, sum mann ikki hevur ætlað sær at farið til. G! hevur ta sjarmuna, at tey velja ofta tey, sum spæla best live.

 

- Minnist til regnklæðir, ullklæðir, troyggjur og hosur. Tað er Gøta, mann veit ongantíð, um mann stendur á turrum sandi. Brádliga koma fimm aldur og skola teg vekk.

 

Hevur tú enn nakrar væntanir til festivalin?

- Eg havi væntan um hvørt ár, at vit fáa nógvar góðar konsertir og nógvar góðar upplivingar.

 

Livir festivalurin upp til tínar væntanir?

- Ja og nei.. í ár sakni eg fleiri útlendsk og kend nøvn. Dizzy er fantastiskt, og vit hava sjálvandi øll tey góðu føroysku, men eg sakni øll tey góðu sum Kashmir og Beth Hart.

 

Hvør festivalur hevur verið tann besti?

- Tað hevur verið ár 2006, tá spældi Kaizers Orkestra, Beth Hart og Animal Alpha. Tað var ein góð blanding av tónleikinum, og økið var nógv hugnaligari. Fólkini samlaðust eisini fyrr úti, tí har var meira at fara til.

 

Hvussu er maturin á G! ?

- Eg eti ikki so nógv á økinum, so onga viðmerking um matin. Men fá ein pylsuvogn inn.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.