- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ársins tjaldingarlega 2015 er Skopunhagen
Øll, sum hava verið á G! fyrr, kenna teir eftir hondini. Teir sita hvørt ár fremst í køini til at sleppa inn á festivalin og seta lív í tjaldingarøkið frá fyrsta brúksli. Í ár møttu teir mikumorgun klokkan 06:30. Beint uttan fyri tjaldingarøkið hava teir gjøgnum árini skapt eina fasta traditión – nevniliga høgt elskaða drekkispælið “Flunkyball”. Har er altíð nógv lív í, tá spælið er í gongd, og teir bjóða øl til tey luttakandi.
Teir kunnu nú reypa sær við heitinum “Ársins Tjaldlega 2015”. Kappingin var ikki hørð, og teir vunnu, tí teir eru hin mest gjøgnumførdi campurin á festivalinum, og teir levera ár eftir ár. Teir eru altíð mittpunktið í veitsluni, so eingin ivi var um, at Skopenhagen er ársins tjaldingarlega 2015.
Røddin fekk heiðurin at advúka tað fyri teimum, og við RøddinLive fangaðu vit teir uttan fyri tjaldingarøkið í kvøld og fortaldu Hera Signar Nolsøe og Svenn Martinsson nýggjheitirnar. Teir vóru akkurát í ferð við at byrja ein umgang av Flunkyball.
“JAA!” Ýlir Heri og gevur Svenn eitt stórt klemm, og teir eru sum vera man glaðir.
Heri: "Um onkur annar hevði vunnið hetta flaggið, so hevði eg stolið tað".
Teir blivu beinanvegin samdir um, hvat vinningurin skuldi brúkast til. Flaggið skal upp at hanga hvørt ár frá nú av, og tey tíggju tjaldingarpassini fara teir at burturluta á facebook.
“Vit keypa altíð billettir sjálvir, so vit kunnu líka so gott bara siga, at á okkara facebooksíðu verða tær 10 billettirnar burturlutaðar”, sigur Heri Signar Nolsøe, og Svenn rópar: “Åh hetta er gyd altso!”
Flunkyball: Spælið gongur í stuttum út uppá, at tað eru tvey lið, sum skulu kappast um at drekka mest. Ein øldós stendur millum liðini, og tað ræður um at koppa dósina við einum tennisbólti. Tá dósin koppar, skal hitt liðið renna inn eftir dósini, stilla hana upp og renna upp á pláss aftur. Ímeðan skal hitt liðið drekka øl, og tað liðið, ið fyrst hevur tømt tvær øl, vinnur.
Nógvi vindurin í nátt gjørdi, at fleiri telt sóu meira hálv út enn heil í morgun. Skopuningarnir úr Skopenhagen gingu runt og hjálptu sínum grannum at orðna teltini við gaffatape. Í grundgevingini hjá dómsnevndini um ársins vinnarar, varð endað við: "Teir eru ikki bara góðir tjaldarar, teir eru suverenir grannar".
Røddin ynskir Skopunhagen hjartaliga til lukku við ársins tjaldingarlegu 2015".
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |