Fólkatónleikur á G!

Fólkatónleikur á G!
Fimm umboð fyri fólkatónleikarastevnuna fara at spæla á ársins G! festivali
13.07.2015 - 11:00

Fiona & Brian

Skotsku Fiona og Brian skapa tónleik, ið hevur skapt ringar langt út um landoddarnar. Saman spælir parið heilt serligan singer/songwriter tónleik, ið samantvinnur siðbundnan og nýmótans sang á bæði skotskt-gæliskum og enskum.

 

Sandy Brechin

Sandy Brechin er ein tann kendasti skotski harmonikuspælarin. Hann hevur turnerað um allan heimin við ymiskum bólkum so sum Burach, Seelyhoo, Sandy Brechin Band og The Sensational Jimi Shandrix Experience. Hansara heilt serstaki spælistílur er ikki til at taka feil av.

 

Holgar

Kendi villmaðurin Holgar fer at spæla sín egna singer/songwritertónleik, ið vit kenna frá teimum væl umtóktu fløgunum ‘Ongan Veg’ og ‘Kanska tú svav’. Hetta er inniligt og vakurt, tó at tað hevur einráleika, ið ger, at tað ongantíð gerst keðiligt.

 

Janus á Húsagarði

Janus á Húsagarði spælir gittar, mandolin og syngur. Hann fer at framføra egin løg við íblástri úr írskum fólkarokki.

 

Spælimenninir

Spælimenninir verða eisini við, við sínum hugnaliga og glaðlynta spælimanstónleiki, ið kann fáa næstan ein og hvønn í gott lag. Tú kanst trampa, dansa ella hoppa, men illa standa stillur/still, tá hendan orkumaskina setur futt í. Spælimenninir eru ein tann føroyski bólkurin, sum hevur spælt oftast í útlandinum, og sum hevur selt flest fløgur uttanlands. 

 

Tíðindaskriv: G!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.