- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tónleikur við orku og gleði

- Hetta riggar faktiskt rættiliga væl, hugsi eg fyri meg sjálva, meðan eg standi inni í einum stórum telti á Við Múrin, har Danny & The Veetos júst eru í gongd við at framføra.
Her er ikki fult av fólki, men tað eru heldur ikki so nógvir festivalgestir í Kirkjubø júst nú. Tó virka livandi, lukkuligi tónleikurin og smílandi sangararnir til at draga gestir til sín, og skjótt standa, eftir umstøðunum, rættiliga nógv fólk og lurta.
Bólkurin sær út til at stórtrívast á pallinum. Tað sæst, at teir leggja nógva orku í framførsluna og at skapa ein góðan hýr hjá teimum, sum lurta. Hetta eydnast teimum eisini væl, og skjótt standa flestu áskoðararnir og danda rútmiskt aftur og fram til tónleikin, meðan summi byrja at dansa.
Tónleikurin hjá Danny & The Veetos er fullur av orku og gleði við rullandi rútmum og frálíkum trompetljóðum. Eitt sindur à la Mumford and Sons. Hóast hann ikki er júst mín koppur av te, so sæst at bólkurin dugir sítt kramm, og eg standi skjótt og dandi og smíli saman við restini.
Tá Danny & The Veetos at enda takka fyri seg, hava teir megnað at skapað ein góðan hýr, sum spreiðir seg til restina av festivalinum við teimum smílandi áskoðarunum, sum fara at fáa sær meira øl, áðrenn næsti bólkur skal spæla.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |