Playlistin: Árni Guldborg Nielsen

Playlistin: Árni Guldborg Nielsen
Árni hevur gjørt ein playlista við tí nýggjasta nýggja
30.05.2015 - 15:30

 

Playlistan hesa ferð ger Árni Guldborg Nielsen. Hann hevur gjørt ein playlista við nýskapandi tónleikagreinini Tropical House. 

 

- Tropical house gevur tær eina feita kenslu! Líka mikið hvar tú ert, so gevur tónleikurin tær bara eina kenslu av paradís (summar, sól, drinks, damur). Eisini gevur hetta tær hug at dansa og bara "føla" tað. Tað er ein tónleikagrein í menning, og hetta ger, at tað allatíð eru frísk hitt, og verður mann ikki troyttur av tónleikinum. Tað er serliga hendan kenslan av at rýma úr væl kenda og trista gerandisdegnum og leita til eitt lekkrari stað, har øll njóta lívið.

 

- Tropical House er ein subgrein til House. Tropical House sjangran er kend fyri løttu og sveimandi rútmurnar, sum geva tær kensluna av summari. Ofta verður nýtt saksofon og onnur ljóðføri, sum geva tær eina fatan av summari og lekkrum rútmum.

 

 

-Hetta er tónleikur, sum gevur einum hug at dansa og njóta ein moijto. Ein felags Tropical House elskari segði tað so rámandi "Fyristilla tær eina strond, damur, ein drink í hondini, meðan tú dansar, júst meðan sólin dalar" Tropical House skapar eina ímynd. Heldur enn at gera tað upp í tónleikaligar reglur, so talar tað til kenslur.

 

- Mann kann altíð lurta eftir Tropical House. Tað førir teg í gandakendan heim, og hendan kenslan ber altíð til at leita fram. So høvið er altíð til tað. Tað ber til at ballast til tropical, enntá ber til at hava tað í bakgrundini eisini - tó eru tað nøkur løg, sum eru frískari og rigga betri enn onnur til dans. Serliga vil eg viðmæla at spæla tað á einum dansigólvi, um mann bara vil hava tað eitt sindur niður í tempo og hava flótandi rútmur, sum leiða fjøldina í annan heim.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.