Sement finalisturin: Tummas Eivind og Hans Arni

Sement finalisturin: Tummas Eivind og Hans Arni
Röddin fer í døgunum upp til Sement finaluna at hava eina vangamynd av teimum 5 finalubólkunum. Hesa ferð eru tað Tummas Eivind og Hans Arni
20.05.2015 - 14:30

Tummas Eivind og Hans Arni manna bólkin við sama navni. Tummas Eivind Hansen syngur og spælir guitar, og Hans Arni Saltá spælir bass. Teir báðir hava spælt saman síðan 2012 og hava eisini framført til nøkur smærri tiltøk. Løgini, teir spæla, bólka teir sjálvir undir popp-sjangruna.

 

- Vit eru tveir vinmenn, ið dáma væl at spæla tónleik saman. Gleðin við at spæla egin løg og royna at gera tey betri, er tað, sum hevur stóran týdning fyri okkum, siga teir.

 

Tummas Eivind og Hans Arni síðsta leygarkvøld

 

Skrivar altíð lagið áðrenn tekstin

 

Tað fellir Tummasi Eivind lætt at skriva tekstir. Tá hann skrivar sangir, skrivar hann altíð lagið fyrst, og so kemur teksturin skjótt, greiðir hann frá.

 

Tónleikurin er inspireraður av singer/songwriter sjangruni, meðan umstøður í lívinum geva Tummasi Eivindi íblástur til tekstir.

 

Hóast teir hava spælt saman í nøkur ár, so er hetta fyrstu ferð, teir hava meldað seg til eina kapping. Men hugskotið um at melda seg til onkra kapping onkuntíð hava teir leingi hildið ljóðað stuttligt. Í ár tóku teir so av møguleikanum at melda seg til Sement, og tað fegnast teir um.

 

Fara at gera sítt besta við góðum vónum

 

Finalan er merkt av rættiliga ymiskum stílum, og teir ásanna, at hini í finaluni eru øll sera sterk og hava øll uppiborið plássið í finaluni. Men tað ræðir ikki vónirnar hjá Tummasi og Hans Arna burtur.

 

- Vit hava sjálvir góðar vónir um finaluna, tí tað einasta, vit kunnu gera, er okkara besta, og tað er so 100% sikkurt, at vit fara at gera tað!

 

Teir halda Sement vera ein góðan pall at framføra á, og er hetta tiltakið ikki minst ríkandi fyri føroyska tónleikalívið.

 

- Eg kann bara siga fyri okkara viðkomandi, so hevur tað verið ríkt fyri meg og Hans Arna at verið til tiltøkini bæði fríggjakvøld og leygarkvøld fyri at síggja, hvussu nógv lív er í føroyska tónleikalívinum, og hvussu nógvar dugnaligar tónleikarar og sangarar vit eiga, rósar Tummas Eivind Sementkappingini.

 

Röddin ynskir Tummas Eivind og Hans Arna góða eydnu við finaluni komandi leygarkvøld. 

 
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.