- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement finalisturin: Konni Kass
Konni Kass
Hesin bólkurin spælir tónleik, sum 24 ára gamla Konni Kass sjálv hevur skrivað. Tónleikurin tekur útgangsstøði í sangunum hjá Konni, men hvør limur í bólkinum hevur fingið sítt eyðkenni við í tónleikin. Bólkurin spælir eina blanding av popp tónleiki í singer/songwriter stílinum og við einum elektroniskum dámi.
Limirnir í bólkinum eru:
- Konni Kass - Sang og gittar
- Per I. Højgaard Petersen - Trummur
- Torleik Mortensen - Bass
- Knút Háberg Eysturstein - Keys
Vit skjilja hvønn annan sum tónleikarar
Bólkurin hjá Konni Kass byrjaði at venja síðst í apríl mánað, sum einans eru fáar vikur, áðrenn Sement kappingin varð skotin ígongd. Hetta var kortini eingin trupulleiki, tí tónleikurin og tónleikarirnir í bólkinum klikkaðu beinanvegin til fyrstu venjingina. Vit skilja hvønn annan sum tónleikarar, sigur Konni.
Konni er glað fyri, at tað ikki var hon sum solistur, sum skuldi stýra hinum limunum í bólkinum, men at tónleikurin skapti seg sjálvan við íblástri frá hvørjum einstaka limi. Hetta metir Konni vera eina góða grund til at halda á fram við bólkinum.
Íblásturin til tónleikin kemur úr tónleikinum
Unga havnargentan er ikki eitt nýtt navn á føroyska tónleikapallinum. Konni er helst kendast fyri at spæla jazz, har hon bæði hevur sungið og spælt saksofon. Hon hevur altíð skrivað nógv løg sjálv, men av tí at jazzurin hevur verið í fokus, so er tað fyrst nú, at singer/songwriter síðan av ungu songkvinnuni kemur fram. Íblásturin kemur ikki úr nøkrum ávísum tónleikara ella genru, men úr tónleikinum sjálvum.
Vit komu fyri at vísa okkara tónleik
Tað er ikki beinleiðis kappingin, sum hevur fingið Konni Kass til at melda seg til Sement, men heldur tað at sleppa at spæla á einum palli fyri áhoyrarum og vísa sín tónleik. Konni væntar, at tað verður trupult fyri dómararnar at taka eina avgerð, tí hon heldur, at allir bólkarnir, sum eru komnir í finaluna, eru sera góðir. Eisini heldur hon tað vera fantastiskt at hoyra so nógvan nýggjan og góðan tónleik í Føroyum, sum mann ikki hevur hoyrt fyrr.
Röddin ynskir Konni Kass góða eydnu við finaluni komandi leygarkvøld.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |