- Tíðindi, mentan og ítróttur
RøddinLive fyri seinastu ferð á hesum sinni
RøddinLive hevur gjøgnum tíðina viðgjørt og varpað ljós á ymisk evnir. Sjálvsagt hava nakrar sendingar havt meira lurtarar enn aðrar.
Í kvøld fer 1. og 2. mest lurtaða samrøða í luftina - og harafturat ein onnur, ið enn er aktuel.
Mest lurtaða sending er sendingin um sálarsjúku, har Randi Karlotsdóttir saman við pápa sínum greiðir frá, hvussu tað er at liva við sálarsjúku.
Næst mest lurtaða sending er um rasismu, har eitt nú Durita Ana Aléjandra Granada greiðir frá sínum upplivingum viðvíðkjandi rasismu.
Síðani verður samrøðan við Elisabeth Thomsen, har hon greiðir frá, hvussu tað er at vaksa upp í relativum fátækadømi.
Her er annars topp 10 listin við mest lurtaðu sendingum:
1. Tað hevði verið betri, um eg var deyð
2. Føroyingar við øðrum uppruna
3. Ungar mammur
4. - Eg treivst ongantíð í skúlanum
5. Orðblindni
7. Autisma
Hoyr seinastu sending hjá RøddinLive á hesum sinni í kvøld klokkan 19.00.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |