- Tíðindi, mentan og ítróttur
3 føroysk løg við altjóða møguleika - Jákup Magnussen

Føroyski tónleikapallurin verður ofta mettur at vera á støði við altjóða tónleikapallin. Føroysku hittini verða dúgliga spæld á føroysku útvarpsrásunum og sosialu miðlunum, men tey sleppa sjáldan út um landoddarnar. Hvat er tað, sum manglar í, til at føroysku løgini eisini kunnu standa seg eins væl uttanlands? Er tað dygdin, ið manglar? Neyvan.
Navnframi útvarpsverturin, Jákup Magnussen, heldur, at útlendski tónleikapallurin er so fullur av talentum, at heimurin ikki nýtist føroyska tónleikin. Føroyskir tónleikarar raðfesta ikki marknaðarføringina av sínum egna tónleiki rætt. Størri útreiðslur til videoløg og royndar útlendskar framleiðarar síggjast ov sjáldan.
- Føroyska vinnan er sum heild byrjað at taka fyribrigdið ”marknaðarføring” í størri álvara. Tað skal skiljast soleiðis, at ein veruliga er farin at skilja, hví dugnaskapur í promovering er sera umráðandi. Tískil hava fleiri av dagsins tónleikaligu strembarum síni egnu umboðsfólk, umframt at teir sjálvir stríðast á alskyns pallum. Enn er ongin komin heilt upp á tindin á Hot 100 hjá Billboard, ella á UK Singles Chart, men við tí internationalisering, tilvitan og stremban, sum er í dag, kann tað meira enn so henda, sigur Jákup.
Jákup, eisini kendur sum “Diskobeiggin” frá tíðini sum diskari í 80’unum, hevur valt trý føroysk løg, ið hann metir hava hitt-potentiali.
FREAKS – LAILA AV REYNI
Hví hesin sangurin?
- ”Freaks” fekk meg at støðga á, tá eg hoyrdi sangin fyrstu ferð í 2013. Undraðist, hvør nú mundi hava gjørt lagið, og grunaði als ikki, at talan var um ein føroying. Í mínum oyrum ljóðar tað framvegis frískt, hóast tað í hittlistahøpi er hálvgamalt. Hevði aldrin hoyrt Lailu av Reyni nevnda. Seinni varð eg kunnaður um hennara breiðu listarligu gávur, her eg hugsi um sniðgeving í altjóða høpi. Haldi ”Freaks” vera á topp 5 yvir teir føroysku poppsangirnar í hesari øldini, sum høvdu kunnað staðið seg uttanlands. Melodisku slagorðini í sanginum: ”Say that we will not grow old.. at all” ljóða sum nakað, ið eisini kundi verið nýtt sum tema í einum viðkomandi ungdómsfilmi, ella sum eyðkennislag hjá onkrari rørslu, ið vil broyting. Tað ljóðar ikki amerikanskt, so kanska átti ein at lagt seg eftir Týsklandi og øðrum europeiskum londum. Ella ein meira rappkend útgáva kundi verið gjørd til amerikanska marknaðin?
Hvat skuldi hon gjørt øðrvísi fyri at rokkið longur út við sanginum?
- ”Freaks” hevði langt síðan verið eitt europiskt hitt, um ein kendur prodúsari hevði framleitt tað. Møguliga eigur tað nú at vera uppdaterað eitt sindur, møguliga, men grundleggjandi bagir lagnum onki. Mær vitandi varð onki dýrt video gjørt til ”Freaks”, so eg ivist, um tey ætlaðu annað enn føroyska marknaðin – umframt at vóna, at onkur viðkomandi útlendingur dámdi tað? Eg veit ikki, hvat Laila og hennara fólk hava roynt uttanlands, men hon hevur somu treytir sum øll onnur, fyri at tað skal rigga: Eitt stórt ynski, eitt gott lag/video, góðar kontaktir, og oftast eisini nógvar almennar framførslur (hon hevur roynt seg við framførslum í Íslandi). Vanliga havi eg ikki stórar væntanir til føroysk løg, ið ljóða júst sum tey útlendsku, men hetta átti at havt ein kjans. Laila hevur eisini góða útstráling.
UNDO YOUR MIND – EIVØR
Hví hesin sangurin?
- Undir YouTube-útgávuni av hesum lagnum á Larva-útgávuni í 2010, viðmerkir ein niðurlendingur, at norðurlendingar eru kendir fyri løgin løg til sínar sangir. Og kanska er tað gongda leiðin. ”Undo Your Mind” er eftir mínum tykki ein framúr væl sungin, ekspressionistiskur sangur. Eivør hevur higartil klárað seg væl í Føroyum, Íslandi, og Danmark, og eitt sindur í Noregi eisini, men stóra gjøgnumbrotið vantar. Kanska kann hetta vera sangurin, ið brýtur hol í ”sjógvin”, hóast hann ikki er nýggjur. Vit høvdu øll havt gott av at undo our minds, so skaldsliga heldur hann eisini. Men tað er ikki vist, at tað skal vera hesin, hóast mær dámar hann væl. Eg hugsi eisini generelt um karrieruna hjá Eivør, sum hevur fleiri løg av hesum slag, ið kundu verðið kend í ymsum londum. Altso, um timing, vilji og umstøður vildu tað. Tað tykir mær, sum hon við seinastu útgávunum hevur funnið ein stíl, ið hon dýrkar. Vil hon so fara allan vegin, ella hevur hon møguleikan at sleppa longur, ja, tað er tann góði spurningurin.
Hvat skuldi hon gjørt øðrvísi fyri at rokkið longur út við sanginum?
- Skal ”Undo Your Mind” verða eitt altjóða hitt, má tað heilt vist strammast, umarrangerast, og eitt betri video gerast. Yvirhøvur haldi eg, teir flestu føroysku artistarnir halta, summir illa, tá tað snýr seg um populistisk arrangement til stóru marknaðirnar. Eg veit tað ikki, men hugsi, at føroyingar nýta ov sjáldan produsarar við altjóða royndum. Og hesir eru eisini dýrir. Eivør er ein av teimum fáu føroysku sangarunum, sum hevur ein managara við royndum, og kanska átti henda, tað er ein kvinna, t.d. roynt at fingið eitt enskt produsaralið at arbeitt við Pálsdóttir. Eivør eigur tó at halda fast í tað eitt sindur ”løgna”. Hon hevur potentiali, eisini í tí visuella, men eigur ikki at bíða longur, um hon altso hevur onnur ynski enn tey núverandi til sítt sanglív.
THE WAY YOU ARE – JENS MARNI
Hví hesin sangurin?
- ”The Way You Are” og fleiri av hinum sangunum á The Right Way í 2008 eru gott lagsmíð. Hetta er tann besta útgávan hjá Jens Marna og "The Way You Are" er tann sangurin, ið fellur mær best. Men objektivt sæð eru onnur løg á hesi somu útgávu, ið kunnu metast javnt við ”The Way You Are”. Av teimum rokkplátum, sum føroyingar hava gjørt burturav við enskum máli, er The Right Way yvirhøvur tann besta, haldi eg. Albumið Anywhere You Wanna Go, sum Jens Marni gav út í 2013 hevur eisini góða dygd, men The Right Way hevur betri løg. Lagsmíðið haltar á nógvum føroyskum útgávum, men her er tað væleydnað. Jens Marni fekk møguleikan til at hita upp fyri Bon Jovi, tá hetta heimskenda rokkorkestur spældi í Parkini í Keypmannahavn í juni 2013, so ”The Way You Are” hevur verið spældur uttanlands.
Hvat skuldi hann gjørt øðrvísi fyri at rokkið longur út við sanginum?
- Tað var eitt dómarapanel, ið valdi Jens Marna sum upphiting fyri Bon Jovi, so onkur gevur honum ans uttanlands. Men har hendi ikki stórt meira og møguliga er forkláringin, at sjálvt Bon Jovi, Bryan Adams, og aðrir popprokkartistar, sum Jens Marni kann bólkast saman við, heldur ikki gera nakran stóran vørr á popplistunum, tá hesir koma við nýggjum útgávum. Sammett við Jens Marna hava teir tó tann fyrimun, at teir longu fingu sítt publikum í fýrsunum, umframt at nøkur yngri eru løgst afturat við tíðini. Men kanska stadion-rock-rákið kemur aftur, og tá skuldi Jens Marni havt ein kjans. Hann er tolin og hevur ikki lagt dreymin á hillina, og tað haldi eg vera eina stóra dygd. Haldi ikki, at hann kann gera annað. ”The Way You Are” átti heilt vist at havt verið á Adult Chart hjá Billboard.
Les eisini: Niels Uni Dam velur 3 føroysk løg við altjóða møguleika
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |