3 føroysk løg við altjóða møguleika - Niels Uni Dam

3 føroysk løg við altjóða møguleika - Niels Uni Dam
Niels Uni Dam velur trý føroysk løg, ið hann metir hava potentiali og dygd til at røkka altjóða hittlistarnar
23.04.2015 - 19:15

Føroyski tónleikapallurin verður ofta mettur at vera á støði við altjóða tónleikapallin. Føroysku hittini verða dúgliga spæld á føroysku útvarpsrásunum og sosialu miðlunum, men tey sleppa sjáldan út um landoddarnar. Tað kann vera beiskt at skilja, tí nógvir sangir hava avgjørt góðskuna til tað.

 

Niels Uni Dam, tónleikari og tónleikaummælari, gevur trý boð upp á føroyskar sangir, ið hann metir hava hitt-potentiali. Hann greiðir frá, hví júst hesir sangirnir kundu brotið ígjøgnum altjóða, og hvat tónleikararnir kundu gjørt øðrvísi. 

 

- Hetta merkir ikki, at hesir eru teir bestu føroysku sangirnir gjøgnum tíðina, men teir hava so høga poppgóðsku, at teir eru lættir at svølgja, sigur Niels Uni um sangirnar, hann hevur valt.

 

 

Dorthea Dam - Candy

 

 

 

Hví hesin sangurin?

- Hesin sangurin gjørdist beinanvegin eitt útvarpshitt í Føroyum, og vit kenna nokk øll tekstin í niðurlagnum: “I may not be the one you want, but I can tell you this, I’m the one you need”. Hesin sangurin er popputt country við einum ótrúliga fangandi niðurlagi bæði í teksti og melodii, umframt fínum versum melodiskt. Tú varnast sangin, og hann fangar. Dorthea syngur eisini sera væl og hevur eina heita, trúverdiga rødd. Sangurin er eisini relativt væl arrangeraður. Niðurlagið er so fangandi, at hann saktans kundi gjørst eitt heimsumfatandi hitt millum tey, ið dáma popputtan countrytónleik.

 

Hvat skuldi hon gjørt øðrvísi fyri at rokkið longur út við sanginum? 

- Veikleikin við hesum sanginum er teksturin í versunum, ið onkursvegna ikki heilt tykist at passa til melodiin. Hetta gevur møguliga eina effekt, men telur eisini niður fyri poppgóðskuna í lagnum. Høvdu tey fingið onkran at gjøgnumskrivað tekstin í versunum, so kundi hann verið komin heilt langt, um hepni var til tað.

 

IFrame

Deja Vu - Confused

 

 

 

Hví hesin sangurin?

- Øll fløgan hjá Deja Vu var merkt av góðum væl framleiddum løgum við høgari poppgóðsku, men lagið Confused er nokk tað mest fangandi lagið. Versini eru sera vøkur, og tey verða sungin av einum av okkara allar bestu sangarum, Flóvin Viderø. Niðurlagið er sera seinhálvfemsarasligt og fangandi. Hetta er ordiliga gott og heldur enn í dag.

 

Hvat skuldu teir gjørt øðrvísi fyri at rokkið longur út við sanginum?

- Sum so haldi eg ikki, at bólkurin gjørdi nakað galið. Tó so ljóðið á fløguni, og kanska serliga á hesum lagnum rakti tíðarandan í seinhálvfemsunum, men fløgan kom út í 2005. Kanska kom hon bara nakað seint út í mun til hendan tónleikastílin. Men eg haldi eisini, at magnlandi hepni hevði nakað við tað at gera, og kanska er bólkurin ikki komin í samband við tey røttu fólkini í tónleikaídnaðinum. Sangurin er í øllum førum nóg góður til at forføra heimin.

IFrame

 

Makrel - Forever & Beyond

 

 

Hví hesin sangurin?

- Makrel gjørdist við tíðini ein sera góður bólkur við einum ótrúliga sterkum úttrykki, ið var teirra heilt egna. Tað var ikki minst orsakað av sterka og eyðkenda ljóðinum hjá Rasmusi Rasmussen. Men eg haldi eisini, at avmarkingarnar hjá kanska serliga sangaranum Ára Rouch vóru við at definera ljóðið hjá teimum. Har effektir á røddini gjørdust ein sera týdningarmikil partur. Tá teir spældu Forever & Beyond í Prix Føroyum í 2005, varð beinanvegin greitt, at hetta var eitt heilt serligt lag. Ein av teimum heilt vøkru føroysku kompositiónunum. Upptøkan frá semifinaluni bleiv eisini nógv spæld í útvarpi, og lagið hevði góðsku til at kunna gerast eitt hitt uttanlands. Hetta var eitt frálíkt bland av heilt egnum ljóði og tí sera fangandi.

 

Hvat skuldu teir gjørt øðrvísi fyri at rokkið longur út við sanginum?

- Tá bólkurin fór í upptøkuhølið við fløguni Transcend, valdu teir at framleiða hana sjálvir saman við einum framleiðara, ið æt Conor Patrick. Hetta samstarvið hevði í míni metan ikki optimalt úrslit við sær. Tí fekk Forever & Beyond ikki rætta flogið til at gerast so gott, sum potentialið í bólki og lagi var til. Hevði bólkurin funnið ein veruliga dugnaligan popp/rokk framleiðara, ið dugdi at fáa tað allar besta fram í teimum, so hevði tað rokkið nógv longur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.