- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestamiksið: ÜBERNÖRD - Say It Loud!
Gestamiksið hesa ferð hevur Knút Háberg Eysturstein, kendur sum ÜBERNÖRD, gjørt. Hann greiðir soleiðis frá um miksið.
- Seinastu tíðina eru tvinnar plátur komnar út, ið skriva seg inn í eina ávísa siðvenju innan samfelagsrevsandi afrikanskt-amerikanskan tónleik: Black Messiah hjá D’Angelo and The Vanguard og To Pimp A Butterfly hjá Kendrick Lamar.
- Báðar pláturnar eru á tremur við tónleikaligum yvirskoti og kunnu á ein hátt fatast sum ljóðið á gøtuni: tónlistarligar greiningar av, hvussu tað kennist at vera svartur í dagsins USA, har sosialur ójavni, rasisma og mismunur enn gera seg galdandi.
- Talan er um ein afturvendandi tátt í amerikonskum tónleiki síðani “civil rights movement” í 60’unum. Eg eri bæði tónleikaliga og søguliga hugtikin av hesum viðurskiftum og havi tí gjørt hetta gestamiksið burtur úr viðkomandi tónleiki frá umrødda tíðarskeiðnum við støði í teimum báðum D’Angelo og Lamar.
(Takk til Erik Steinskog, lektara í tónleikavísindi, fyri íblástur).
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |