Várframsýning á Listasavni Føroya

Várframsýning á Listasavni Føroya
Í dag lat Várframsýningin upp, og Röddin var á staðnum
10.04.2015 - 23:00

Nógv fólk vóru komin saman, tá árliga Várframsýningin lat upp í dag. Bæði ung og gomul vóru komin at forvitnast, síggja nýggja og spennandi list, og nýta høvið at práta við fólk aftur við einum góðum bita.

 

Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, sum skipar fyri tiltakinum. Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, lat framsýningina upp. Eisini spældu Døgg Nónsgjógv og Allan Tausen nøkur løg, meðan fólk kundu síggja øll listaverkini.

 

Nógv ung

Framsýningin í ár er myndað av ymiskari tøkni. Har er alt frá skulpturum, installatión og ljóð, til málarí, grafik, video, foto og design. Tað eru 23 luttakandi listafólk við á framsýningini í ár. Tað eru nógv ung við, og níggju av teimum sýna fram fyri fyrstu ferð á Várframsýningini. 

 

Framsýningin er opin til 3. mai.

 

 

Síggj myndir frá tiltakinum niðanfyri.

 

Myndir: Gunnhild Persson

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.