- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Vit vóna, at fólk fara at tora
"Opin Mikrofon / Opin Pallur" er eitt afturvendandi tiltak, sum er í Reinsarínum hvørt mikukvøld í apríl, og mikukvøldið 8. var fyrsta tiltakið á skránni.
Hóast ringa veðrið, høvdu fólk leitað sær oman í Reinsaríið hetta kvøldið. Til fyrsta tiltakið var Greta Svabo Bech serstakur gestur, og hon var fyrsta á palli. Eftir hetta fóru MonkeyRat Duo á pallin at spæla nøkur løg og greiða frá um tiltakið. Síðani var steðgur, og pallurin var opin fyri øllum. Fólk vóru afturhaldandi, og eingin hevði meldað seg til. Tó fór Sigmund Zachariassen upp at spæla nøkur nýggj løg hjá sær á klaveri.
Sí myndarøðina: Opin mikrofon / Opin Pallur
Sjálvur sigur Arnold Ludvig, ein av stigtakarunum, at tað kann taka eitt sindur av tíð, áðrenn fólk tora at fara upp og vísa, hvat tey duga.
- Tað kann vera, at fólk halda, at hetta er eitt lítið sindur formelt. So tað kann vera, at tað tekur eitt sindur av tíð at fáa brotið tann ísin. Tað var eisini tilfeldið, tá vit høvdu jam sessions. Tað tók fleiri mánaðar, áðrenn fólk tordu at koma upp og sláa seg leysan og úttrykkja seg. So vit vóna, at tað fer at henda, at fólk fara at tora. Vit hava nógv tol.
- So tit sum eru har, tað er bara at koma.
Hoyr alla samrøðuna við Arnold Ludvig niðanfyri.
Filmur ©: Sonja Wang Hansen
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |