Yahya Hassan stillar upp

Yahya Hassan stillar upp
19 ára gamli yrkjarin Yahya Hassan ynskir at stilla upp til fólkatingið
07.04.2015 - 13:00

Ritzau skrivar, at 19 ára gamli yrkjarin, Yahya Hassan, nú ynskir at stilla upp til fólkatingið. 

 

Yahya Hassan ætlar at stilla upp fyri "Nationalpartiet" (Tjóðskaparflokkurin, red.), sum bleiv settur á stovn í novembur síðsta ár. 

 

Yahya Hassan sigur, at hann stillar upp fyri "Nationalpartiet" fyri at vera við til at savna ymiskleikan í samfelagnum. 

 

Formaðurin í flokkinum, Kashif Ahmad, sigur, at flokkurin er glaður og stoltur av, at Yahya velur at stilla upp fyri flokkin, og at hann er eitt frískt umboð til danskan politikk.

 

Nøkur av hjartamálunum hjá flokkinum eru at beina fyri 24-ára regluni, beina fyri tilknýtingskravinum, og at seta fleiri fólk í heilsuverkið. 

 

Flokkurin "Nationalpartiet" hevur tó enn ikki fingið heimild til at stilla upp til Fólkatingið. Yahya Hassan skrivar á Facebook síðu síni í dag, at nú mangla bara 5000 veljaraváttanir, til at flokkurin kann stilla upp.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.