- Tíðindi, mentan og ítróttur
#FreeTheNipple
Eitt nýtt átak er byrjað í Íslandi, har nógvar kvinnur hava lagt myndir út av sær sjálvum við berari bringu á Twitter og hava merkt myndirnar við fangandi ‘tagginum’, #FreeTheNipple.
Hetta hava tær gjørt fyri at varpa ljós á dupultmoralin um, at kvinnuligu bróstini fyrst og fremst verða sædd sum ‘sexobjekt’, ið skulu forbjóðast á sosialum miðlum og í tí almenna.
Luttakarar í átakinum #FreeTheNipple mótmæla eisini, at sosialir miðlar forbjóða flestu myndum av kvinnuligum bróstvørtum, hóast tær lýsa púra vanlig ting, m.a myndir av mammum, ið geva børnum sínum bróst.
Hashtaggið bleiv kent hesa vikuna, tá 17 ára gamla Adda Þóreyjardóttir Smáradóttir, ið er lesandi og forkvinna fyri kvinnurørslu-felagið á Íslendska handilsskúlanum, kunngjørdi, at skúlin fór at hava ein ‘Free the Nipple’ dag 26. mars.
Í samband við tiltakið legði Adda eina mynd út av sær sjálvari, har hon hevði nakna bringu. Men brúkarar á Twitter svaraðu aftur við spotti og háan. “Eg mátti sletta myndina eftir eina løtu, men tað vísti seg at vera nokk til at seta eina kollvelting í gongd,” sigur Adda.
Mótgongdin elvdi nevnliga til, at hundraðtals kvinnur byrjaðu at leggja myndir út av sær sjálvum, har tær høvdu bera bringu, fyri at stuðla Addu, og nú hava fleiri mannfólk eisini tikið lut í átakinum fyri at vísa stuðul.
Myndirnar eru allar merktar við #FreeTheNipple og kunnu m.a síggjast á Facebook, Twitter og Instagram. Niðanfyri ber til at síggja nakrar av mongu myndunum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |