- Tíðindi, mentan og ítróttur
BBC mist 4. milliónir hyggjarar
Í fleiri ár hevur bilsendingin Top Gear verið best umtókta sendingin hjá BBC. Í farnu viku hugdu heili 5.1 milliónir fólk at sendingini.
Sendingin er ikki einans tann best umtókta, men eisini tann, ið hevur vunnið BBC flest pengar og hevur í miðal givið teimum eina inntøku á 50 milliónir pund um árið.
Men BBC er nú blivið fýra milliónir hyggjarar, og pund, fátækari, eftir at tey í farnu viku avgjørdu at loysa Jeremy Clarkson úr starvi sínum sum vertur fyri Top Gear.
Hóast verturin ofta hevur verið umkjakaður, av tí at hann av og á hevur orðað seg ov hvassliga, so er hann ikki loystur úr starvi fyri at hava fornermað almenningin.
Hesa ferð var tað nevniliga ein privatur samanbrestur millum vertin og framleiðslustjóran, ið hevði við sær, at hann seinni bleiv loystur úr starvi.
Um verturin verður koyrdur, er enn ikki kunngjørt, men avgerðin hjá BBC um at fyribils loysa Clarkson úr starvi, er blivin harðliga mótmæld bæði av almenninginum og av øðrum starvsfólkum hjá BBC.
Eisini sirkulerar eitt mótmælisskriv í løtuni, ‘BBC: Bring Back Clarkson’, ið hevur ognað sær næstan eina million undirskriftir higartil.
Kelda: BBC News
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |