Útgávukonsert hjá Eivør

Útgávukonsert hjá Eivør
Eivør spældi nakrar sangir í Tutl í samband við útgávudagin av nýggju fløguni 'Bridges'
28.02.2015 - 22:00

- Eg eri faktiskt akkurát lend í Føroyum og kom so beina leið í Tutl at hava konsert. Hetta er fyrstu ferð, at eg spæli upp á hendan mátan. Also, at tað bara eru Tróndur og eg sum spæla duo, sigur Eivør, áðrenn hon fer í holt við fyrsta sangin. 

 

Í dag eru hvørki trummur, russisk ella onnur øðrvísi ljóðføri á pallinum, sum Eivør annars dámar væl at brúka. Í dag situr Tróndur Bogason við klaverið og Eivør við einum kassagittara.
 

Eivør byrjar at spæla fyrsta sangin. Hann ljóðar fínt, men Eivør ger onkrar keipur við andlitinum viðhvørt, ið úttrykkja, at alt ikki riggar heilt sum tað skal. 


Eivør spælir nakrar sangir av nýggju fløguni

- Ná, hatta stemmaði nokkso illa! Tað gerst ikki við, sigur hon bara við einum brosi og fer so í holt við at stemma gittaran. Tað tekur eina løtu at stemma gittaran, men tað tykist kortini ikki at ávirka folkið. Hýrurin er góður.
 

Eivør spælir tveir sangir afturat. Hóast Eivør ikki hevur nakað orkestur aftan fyri seg, so runga tónarnir um alt Tutl og út um Káta Hornið. 
 

- Ná, eg veit ikki, hvussu mann plagar at gera hetta her. Hvat geri eg nú, spyr Eivør og hyggur upp á væl nøgdu áskoðarafjøldina. 
 

- Men hetta var so tað. Her er annars ordiliga hugnaligt í Tutl. Fløgan er her. Tit kunnu keypa hana, og eg vil fegin skriva á hana. Tutl bjóðar annars kaffi og smákøkur. Ordiliga lekkurt. Eru tær heimabakaðar? spyr Eivør at enda við einum skálkabrosi, og allir lurtararnir fara at flenna. 
 


Nýggja fløgan hjá Eivør
 

Eivør hevur havt fleiri fullsettar útgávukonsertir í Føroyum áður m.a. í Norðurlandahúsinum og Sjónleikarahúsinum. Hesa ferð valdi Eivør tó at geva fløguna út í sjálvum Tutl handlinum á Káta Horninum í miðbýnum. Eivør hevur kortini ikki altíð havt útgávukonsert í Føroyum á sjálvum útgávudegnum:
 

- Tað er rættiliga tilvildarligt, at eg eri heima júst á útgávudegnum. Eg kom úr Íslandi í dag í samband við, at vit skulu venja í Føroyum, áðrenn vit fara á turné, sigur Eivør við meg, meðan hon skrivar á fløguna, eg júst havi keypt mær.  




Fløgurnar gingu sum heitt breyð



Eivør er fús at skriva eina heilsu á fløguhúsan

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.