- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey føroysk nøvn á Spot
Danski tónleikafestivalurin Spot, sum heldur til í Århus, hevur í dag kunngjørt 15 nýggj nøvn, og millum hesi eru tvey føroysk.
Tað verða tey bæði Eivør og Marius Ziska, sum koma at umboða føroyskan tónleik á danska/norðurlendska festivalinum í vár.
Bæði Eivør og Marius Ziska geva hesa vikuna nýggja útgávu út, so áhoyrarirnir koma at hoyra bæði nýtt og gamalt á festivalinum.
Les eisini: Føroyskur tónleikur á veg
Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyingar spæla á Spot festivalinum. Í 2009 spældi ORKA, har Eivør eisini var við, í 2013 spældu Benjamin og Hamferð, og í 2014 spældu Dánjal og Byrta.
Afturat føroysku Eivør og Marius Ziska, verða nøvn sum Mendoza, Julias Moon og Baby In Vain eisini at hoyra á ársins Spot festivali.
Sí brot frá konsertini hjá ORKA á Spot festivalinum 2009 niðanfyri.
Les meira um Spot festivalin her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |