- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teir litríkastu og flottastu festivalarnir í heiminum
Festivalar samla fólk saman, og tað er ein góður háttur at koma at kenna mentanina í einum landi. Festivalarnir niðanfyri hava samlað milliónir av fólkum saman og eru millum teir flottastu og litríkastu í heiminum.
Ágitagueda, listaFestivalurin í Portugal
Um tú nakrantíð hevur ætlanir um at vitja Portugal, far so í juli mánaða, tí tá er nemliga listafestivalur á skránni. Fyri trimum árum síðani byrjaðu tey at hanga fleiri túsund regnskjól upp, tá festivalurin er. Regnskjólini eru ikki bara flott at síggja, tey skugga eisini fyri øllum hitanum, so tú lættliga kann fara til tónleika- og listaupplivilsini, sum eisini eru á skránni.
La Tomatina festivalurin í Spania
La Tomatina er heimsins stórsti matkríggjfestivalur. Hann verður hildin hvørt ár á síðsta mikudegnum í august. Fólk koma úr øllum hornum í heiminum fyri at uppliva festivalin. Seinastu árini hava millum 40.000 og 50.000 fólk luttikið.
Holi, litfestivalurin í India
Holi er ein vár festivalur í India, eisini kallaður litfestivalurin. Tað er ein gamal Hindu festivalur, men er blivin væl dámdur av øllum fólkum. Festivalurin verður settur í gongd við einum Holika báli, har fólk dansa og syngja. Morgunin eftir er tað eitt stórt lit karnival, har fólk dýggja hvønn annan undir í turrum litaðum pudri og litaðum vatni.
Boryeong, runufestivalurin í Suður Korea
Boryeong runufestivalurin er árligi summar festivalurin í Suður Korea. Hann strekkir seg yvir tvær vikur í juli mánaða. Festivalurin var fyri fyrstu ferð í 1998, og í 2007 hevði festivalurin tiltrekt 2,2 milliónir menniskju. Runan er rík í minieralum og verður nýtt í kosmetikki. Festivalurin var í veruleikanum ein marknaðarførðsla av kosmetikki, men er síðani blivin so mikið væl dámdur, at hann er á hvørjum ári.
Albuquerque International Balloon Fiesta í USA
Hesin festivalurin er í New Mexico og strekkir seg yvir 9 dagar í oktobur. Tað er heimsins stórsti ballónfestivalur, og á hvørjum ári verður luftin fylt við 100 tals luftballónum í alskyns litum og skapi.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |