- Tíðindi, mentan og ítróttur
Johnny Depp, Alice Cooper og Joe Perry við nýggjum bólki

Rokksangarin Alice Cooper hevur saman við sjónleikaranum Johnny Depp og gittarspælaranum Joe Perry frá Aeorosmith stovnað ein nýggjan tónleikabólk.
Nýggi bólkurin, sum hevur fingið navnið "The Hollywood Vampires" skulu spæla fyrstu konsertina á høvuðspallinum til "Rock in Rio" festivalin í Brasilia í septembur.
Navnið á bólkinum kemur frá kenda ballingarklubbinum hjá Alice Cooper, sum var frammi í 1970'unum. Við í hesum klubbinum vóru kendar rokkstjørnur sum John Lennon, Harry Nilsson, Keith Moon og Ringo Starr, og fyri at verða ein partur av klubbinum skuldi mann drekka limirnar í klubbinum undir borðið.
Les um The Hollywood Vampires her.
Johnny Depp droppaði í sínari tíð úr skúlanum fyri at verða rokkstjørna, men í dag er hann mest kendur sum filmsstjørna. Hann hevur fyrr verið á pallinum saman við Alice Cooper, og eisini hevur hann sungið kór á einari plátu hjá Aerosmith.
Møgugliga kemur hesin bólkurin at skjóta rokkleiðina hjá Johnny Depp í gongd.
Sí Johnny Depp og Alice Cooper á palli saman niðanfyri
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |