Playlistin: John Hansen

Playlistin: John Hansen
Manglar tú tónleik til vikuskiftið? John Hansen hevur gjørt ein lista við løgum
07.02.2015 - 17:45

 

Hesa ferð er tað John Hansen, sum hevur gjørt playlistan til Røddina. Honum dámar allan tónleik, so listin er sera blandaður.

 

- Mær dámar so at siga nærum allan tónleik, og tískil fevnir mín tónleikasmakkur sera víða. Tó vil eg siga, at mær dámar best eitt sindur eldri tónleik, serliga tónleik frá 70'unum og 80'unum. Tað er eingin loyna, at mín yndis tónleikabólkur er Aerosmith, og tað sæst eisini aftur í playlistanum.

 

John dámar sera væl føroyskan tónleik, og tað sæst eisni aftur á playlistanum.

 

- Serliga havi eg lurtað eftir 1. útgávuni hjá Terja & Føstufressum óteljandi ferðir. Eftir míni sannførandi meting, so er júst hendan útgávan tann besta nakrantíð. Sangirnir á playlistanum eru sangir, ið minna meg aftur á serligar løtur og tíðir. Sum nevnt áður, so er listin fjøllbroyttur og ringt var at velja sangir burturúr, tí har kundu eisini verið mangir aðrir sangir á. Alt annað líka, so havi eg valt 20 sangir burtur úr mongdini. Har kundu lættliga verið 100 sangir.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.