Ókeypis orðabøkur til allar Føroyar

Ókeypis orðabøkur til allar Føroyar
Nú eru orðabøkurnar hjá Sprotanum aftur ókeypis
16.01.2015 - 23:15

- Alt tekur tíð - góðar loysnir krevja eisini eina búningartíð. Men nú er endaliga og besta loysnin veruleiki, tí onkustaðni uppi í markloysinum liggja 13 føroyskar netorðabøkur til tykkara at brúka – ókeypis og markleyst. Gerið so væl!

 

Soleiðis skrivar Sprotin á Facebook fyri løtu síðani. 

 

Mentamálaráðið og Kommunufelagið hava fingið avtalu í lag, soleiðis at alt Føroya fólk nú kunnu fáa ókeypis atgongd til allar orðabøkurnar hjá Sprotanum og Orðabókagrunninum. Hetta merkir samstundis, at allur heimurin nú fær atgongd til tað føroyska málið. Í løtuni eru 13 orðabøkur tøkar, men fleiri eru ávegis.

 

Orðabøkurnar eru at finna her.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.