16 stuttfilmar skulu kappast

16 stuttfilmar skulu kappast
Freistin at senda stuttfilmar inn til Geytan og Áskoðaravirðislønina, er farin
13.11.2014 - 15:00

Týsdagin 11. novembur var freistin úti til at senda stuttfilmar inn til árliga filmskvøldið í Norðurlandahúsinum 11. desembur.  Á filmskvøldinum verða nýggir føroyskir stuttfilmar sýndir, og teir bestu handaðir virðislønÍ ár eru 16 filmar í uppskoti at vinna Geytan og Áskoðaravirðislønina. Hetta er triðja árið á rað, at Geytavirðislønin verður givin, og talið av stuttfilmum bara veksur. Í fjør vóru 14 filmar við og í ár eru tveir lagdir afturat.

 

Les eisini: Royn teg sum leikara í nýggjum filmi

 

í 2012 vann Sakaris Stóra Geytan við stuttfilminum Summarnátt, og Annika á Lofti vann Áskoðaravirðislønina fyri filmin Mist. Í fjør var tað Dávur Djurhuus, ið fór við Geytanum við filminum Terminal, og Áskoðaravirðislønina vann filmurin Munsch hjá Jónfinn Stenberg. Spennandi verður at vita, hvør fær virðislønirnar í ár.

 

Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Sif Gunnarsdóttir, Jan B. Jørgensen, Marjun Niclasen og útlendski nevndarlimurin hesaferð er Silje Engeness úr Noregi.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.