- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klumman: Knirk, knirk, knirk…
Sólin skínur, og vit koyra norður eftir. Mamma og eg. Eg veit ikki, um vit lurta eftir Kvf, Rás 2 ella onkrum heilt øðrum. Og tað kann fyri so vítt vera líkamikið. Men tað, sum vit hoyra, fær okkum báðar at flenna. Eitt nýtt, men tó so sera vælkent ljóð. Eitt ljóð, sum fær meg at hyggja undrandi upp á mammu: ”Kann hetta veruliga passa?? Hví ólukkan…?”
Unga kvinnan í útvarpstovuni hevur vitjan av eini aðrari ungari kvinnu. Og har sita tær báðar og tosa um – ja, tað minnist eg ikki heilt – ivaleyst um okkurt kul festivalnavn, kul festivalklæðir ella um teir vælumrøddu, heitu pottarnar í Gøtu, sum á hvørjum ári gera G-festivalin og útvarpsendingarnar um G-festivalin eitt pinkalítið sindur stuttligari.
Líkamikið. Tað, eg minnist, var røddin. Hendan vælkenda hása, ”avslappaða” og pátikna eg-havi-verið-í-býnum-í-gjár-men-taki-tað-akkurát-sum-tað-kemur-røddin, sum næstan allar ungar kvinnur – spyr meg ikki hví – nú hava fingið sær. Eitt milt sagt irriterandi ljóð. Ja, sum nakrar negl ímóti eini talvu, sum ein knívur ímóti einum ráum tallerki ella sum ein feitur kópur, ið liggur og rembir sær.
Og har sita tær báðar og knirka og knirka og knirka og knirka.
Útvarpdaman spyr hina: ”Oooogeeehm, hhvaaatthee heldurh túe sooh um taðeh?” uppá hendan her ordiliga ”sexutta” mátan. Og hin gevur sjálvandi aftur av somu skuffu, tí hon so avgjørt ikki vil vera aftanfyri hina, tá ið talan er um at útbreiða sína sensuellu sovikamarsrødd. ”Ehhhmmmmm, altsoeh, mæreh dámar taðh vælhh; ooogeehh eghhhh haldeh, ateh tað er ordiligah lekkurt, athhhee…..”.
Hetta fær meg at hugsa: HVÍ?
Hví ólukkan royna ungar – og eisini eitt sindur eldri enn ungar – gentur og kvinnur at ljóða soleiðis? Hava allar ein dreym um at ljóða sum Scarlett Johansson? Ella átekur man sær kanska eina sovorðna sovikamarsrødd fyri, at øll verðin skal hoyra, hvussu ræðuliga avslappaður og casual man er? Ja, eg veit ikki.
Kanska ungar kvinnur í dag liva við tí bjartskygni, at um eg nú knirki og skurri eitt sindur við røddini, ja, so fari eg so heilt sikkurt at ljóða sum ein ordilig sexguru. Og har havi eg hug at siga: Neyvan. Í roynd og veru eru tað faktiskt tær fakstu, sum ljóða meira lekrar og avslappaðar við knirki og skurri.
Tað er so nógvar ferðir betri at hoyra eina sunna, fríska og klára rødd. At hoyra eina unga kvinnu tosa, sum hon eigur, við eini nátúrligari rødd og ikki eina, sum gongur og átekur sær alt møguligt fjas fyri at ljóða so kul og lekkur og avslappað sum møguligt, men sum bara irriterar lurtaran.
Og so er hetta eisini skaðiligt fyri røddina. Retorikkari Thea Sejr og hoyri- og talufrøðingur Sara Gryholdt Rasmussen vísa báðar á, hvussu ungar kvinnur hava tikið ímóti hesum nýggja røddarmótanum, og hvussu bæði knirk og skurr møðir røddina, og í longdini kann hetta geva røddini mein.
”Shhooooeeeehhhh girrrlssss… DROP IT!”
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |