- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reinsaríið latið upp

Tú kemur inn í gjøgnum hurðina og inn í eina smala gongd, har reyðir veggir eru báðumegin við. Tú kemur síðani inn í eitt stórt, opið og ljóst rúm, sum er opið heilt uppundir loftið. Tað er glasloft, og tú kanst síggja fólk ganga uppi yvir tær. Inni er alt gjørt meiri modernað við málaðum veggjum, jarn gelendarum, nýggjum møblum og ein nýmótans café er eisini komin. Tó síggjast enn restir frá uppruna konstruktiónini, ið er við til at gera staðið hugnaligari. Fólk standa og práta, eta og lurta eftir tónleikinum, sum rungar úr hátalarunum.
Stemningurin er góður og fólk tykjast at lata væl at nýggja spælistaðnum í Havn. Röddin tosaði við tveir av gestunum:
Kolbrún í Haraldsstovu, 22 ár, lesandi
- Mær dámar væl tað, at sjálvt um man kemur eitt sindur ov seint, so hevur man góðan kjans at fáa pláss. Her eru nógv standi- og sitipláss og nógv pláss at síggja væl.
- So er tað sjálvandi eisini bara lekkurt at hava eitt sovorðið stað mitt í býnum, tí tað hava vit ikki havt fyrr. Vit hava jú bara havt støð, har tað bara ber til at spæla tónleik, ikki eitt sovorðið stað sum hetta.
Martin joensen, 61 ár, tónleikari
- Ja, mær dámar øgiliga væl, bæði atmosferina og arkitektoniskt, sera flott. Serliga at tey varveita tað gamla og blanda tað við tí nýggja.
- Ljóðið er eisini einastandandi gott. Vit fingu jú prøvað líka frá tí stilla og intima hjá Niclas og Lenu til 200 við fullum útblástri. Og so her, tað síðsta hjá Bárði Johannesen. Tað ljóðaði alt gott. Tað hjá 200 var hart, men ikki óbehagiliga hart. Tað var behagiliga hart, um man kann siga tað soleiðis. Eg haldi, at hetta er fantastiskt, øgiliga lovandi.
Myndir frá tiltakinum:
Myndir: © Sonja Wang Hansen
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |